Nýggjastu innflutnings- og útflutningstølini: Føroyar halda sær uppi

Meðan heimurin rundanum okkum gerst meira og meira kúgaður av inflasjón og orkukreppu, eru føroysku tølini enn nøkunlunda jøvn. Hóast tað, er brennievnisinnflutningurin tvífaldaður. Somuleiðis vísa tølini hjá Hagstovuni, at innflutningurin úr Russlandi er lækkað munandi.

Mynd: Unsplash.
Rannvá Næs Hoydal
18. september 2022 kl. 15:00

Innflutnings- og útflutningstølini eru gjørd upp fyri í ár; hetta boðar Hagstova Føroya frá. Føroyar hava innflutt fyri 6,9 mia. krónur fyrra hálvár í ár (1,9 mia. meira enn sama tíðarskeið í fjør), og útflutt er fyri 6,7 mia. kr. (1,6 mia. meira enn í sama tíðarskeið í fjør).

Sum vant er tað fiskavøruútflutningur, sum fyllir mest í føroysku útflutningstølunum. Hann er 6,1 mia. kr av tí samlaða útflutningsvirðinum á 6,7 mia. krónur. Fiskavøruútflutningurin er vaksin við 1,4 mia. kr. ella 29% hetta hálvárið, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hóast tonsaútflutningurin tilsamans er minkaður, er inntøkutalið í krónum voksið við 1,4 mia. kr ella 32 %. Mest verður selt av toski, laksi, makreli og sild, meðan svartkjaftasølan minkar.

Tá ið tað snýr seg um innflutning, er tað serliga innflutningur til fiskavirking, sum er høgur. Vøksturin her er á 132 mió. kr., tvs. 48,5 %. Umframt tað er innflutningur til hav- og landbúnað, og aðra framleiðslu vaksin við ávikavíst 33,7% og 34,7%.

Hækkandi orkuprísir síggjast eisini á føroysku innflutningstølunum, har virðið er farið frá 649,9 mió kr í fyrra hálvár í fjør upp í 1331,3 mió fyrra hálvár í ár – hetta er ein vøkstur á uml. 104,8 %, t.v.s. meira enn tvífalt.

Munandi broyting sæst í innflutningsmynstrinum úr Russlandi, sum hevur verið støðugt lækkandi síðani desember 2021, har innflutningsvirði lá á 337,3 mió kr, meðan tað í dag liggur á 19 mió kr. Samstundis við hetta síggja vit eina øking í innflutningi úr Evropa.

Spurningurin er, hvussu leingi tølini kunnu halda, og nær inflasjónir, hækkandi el- og oljuprísir fara at raka Føroyar eisini. Og um vit eru nóg høg til at halda okkum á grunnum.

Talva: Hagstovan. Talva: Hagstovan.

Talva: Hagstovan. Talva: Hagstovan.

Talva: Hagstovan. Talva: Hagstovan.