Nýggju Borgarligu er nú minsti flokkur á Christiansborg 

Flokkurin sum til seinasta fólkatingsval fór frá fýra til seks fólkatingslimir er nú niðri aftur á fýra

Ragnar Sjúrðarson
24. januar 2023 kl. 18:38

Nýggju borgarligu fekk eitt fínt val tann fyrsta november 2022. Flokkurin megnaði at hækka tingmannatalið við tveimum, hóast tað var óvanliga trongt á borgarliga veinginum í Danmark til seinasta fólkatingsval.

Fáar dagar eftir valið mátti Mette thiesen fara úr flokkinum, tí at sjeikur hennara hevði framt harðskap í móti nøkrum starvsfólkum hjá Nýggju Borgarligu.

Nú er stjørnuskotið hjá flokkinum, Mikkel Bjørn, farin úr flokkinum og í Danska Fólkaflokkin.

Avgerðin hjá Mikkel Bjørn er tikin av tí orsøk, at hann ikki dugir at síggja seg í flokkinum longur, nú Lars Boje Mathiesen eftir øllum at døma verður flokksformaður í februar, tí Pernille Vermund hevur boðað frá at hon gevst í politikki eftir hetta valskeiðið.

Mikkel Bjørn kallar Lars Boje Mathiesen fyre sera dugnaligan, men sigur at hann eisini hevur nakrar veikleikar.

-    Lars er ikki ein liðleikari. Har er ikki nógv pláss fyri samstarvi, konstruktivum samrøðum og einum felags stevi. Persónurin Lars endar ofta við at fylla so nógv, at flokksins áhugamál og arðir persónar mugu víkja, skrivar Mikkel Bjørn á Facebook.

Morten Messerchmidt er sera glaður fyri nýggja limin í flokkinum, sum nú ger at Danski Fólkaflokkurin fer uppá seks fólkatingslimir.

-    Eg havi fylt honum í eitt tíðarskeið, og hann hevur eina sera sterka rødd, serliga í virðis- og útlendingapolitikkinum, og eg gleði meg til samstarvið.