Nýggjur maður hevur skrivað undir við HB

Talan er um blaðungan framrættaðan spælara, sum er uppaldur í HB

Jóannes Hansen
28. november 2023 kl. 18:22

Tað luktar av bjartskygni í HB, nú tað er ein viku síðani, at tað varð alment, at italiumaðurin Adolfo Sormani er nýggjur venjari í felagnum.

Tað varð sagt, at felagið fer at styrkja seg við nýggjum spælarum. Higartil er miðvallarin Magnus Holm Jacobsen lagstur aftrat.

Í kvøld boðar HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ungan spælara, ið er uppvaksin í felagnum.

Talan er um 17 ára gamla Baldur Niclasen, ið verður sagdur at vera framrættaður spælari á høgum tekniskum stigi og við góðum spælskili. Hann verður sagdur at vera djarvur og arbeiðssamur.

Sambært faroesoccer.com hevur Baldur spælt 6 dystir í 1. deild, og 11 dystir við U21 liðnum hjá HB.