Nýggjur svenskur miðverji í Vágum

Hann hevur spælt nógv í lægru deildunum í Svøríki

Jóannes Hansen
11. mars 2024 kl. 20:23

 

07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við svenskan miðverja.

07 Vestur skrivar soleiðis:

25 ára gamli Erik Gunnarson er nýggjur í hópinum hjá 07 Vestur. Talan er um leikara við nógvum royndum úr næst- og triðbestu deildini í Svøríki.

Erik spældi ungdómsfótbólt við IFK Gøteborg. Hann hevur 61 dystir fyri U19 og U21 liðini hjá IFK. Eisini fekk hann nakrar dystir á Ungdómslandsliðunum hjá Svøríki. Seinastu árini hevur hann spælt við Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur hann spælt 153 dystir.

Sostatt er talan um ein rættuliga royndan miðverja, sum eisini kann spæla sum vinstri bakkur. Við hansara royndum kemur hann heilt vist at styrkja um verjupartin hjá 07 Vestur.

Erik kom til landið í gjár og er byrjaður at venja við hópinum hjá 07 Vestur.

Vit ynskja honum vælkomnum og blíðan byrð, skrivar 07 Vestur í kvøld.

Um vikuskiftið segði norski 07 Vestur venjarin Steffen Landro, at felagið fór at keypa tveir ella tríggjar spælarar aftrat.

Ímóti Víkingi leygardagin vóru hesir nýggju spælararnir á liðnum hjá 07 Vestur: Sebastian John, Magnus Isager, Mads Christiansen, Emil Pedersen, Filip Brattbakk og Kevin Egell-Johnsen.

Felagið hevur eisini skrivað undir sáttmálar við Benjamin Braithwaite og Maxwell Effiom. Tann seinni er ikki komin til Føroya enn, og hjá tí seinna verður bíðað eftir, at loyvini fara at koma upp á pláss. Tað vil siga, at Erik Gunnarsson er níggjundi útlendski spælarin í 07 Vestur í ár.