Nýtt føroyskt poddvarp um marknaðarføring

Í Lýsingini er heitið á nýggjum poddi, sum Niels Uni Dam og Teitur Ellingsgaard skipa fyri

Fríðmundur Nattestad
16. apríl 2024 kl. 13:00

Føroyar hava fingið ein nýggjan podd um marknaðarføring og samskifti. Tað eru Teitur Ellingsgaard, stjóri í Buust, og Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum, ið standa aftan fyri poddin. 

Fyrsti partur er nú tøkur á stroymingartænastum. Her er evnið Super Bowl lýsingar. 

Stóra amerikanska fótbóltsfinalan er eitt av heimsins mest sæddu beinleiðis sjónvarpssendingum, og tí er hetta eitt sera væl umtókt lýsingapláss. Somikið væl umtókt, at lýsingarnar í sjálvum sær eru vorðnar ein væl umtókt sjónvarpshending, ið fólk gleða seg til í líka stóran mun sum sjálvan ítróttin. 

Nakrar av heimsins størstu fyritøkum skapa serligar lýsingar til júst hesa sendingina. Hesar lýsingar eru stór hitt á sosialu miðlunum og skapa kjak og yvirskriftir í miðlunum. 

Í fyrsta partinum er Høgni Berg gestur. Hann er íðin NFL-fjeppari, svorðin Super Bowl hyggjari og lýsingaráðgevi á Nudlavirkinum.