O. J. Simpson er deyður av krabbameini

Í nítiárunum var hann miðdepilin í mest umrødda rættarmáli, sum nakrantíð hevði verið

Áki Bertholdsen
11. apríl 2024 kl. 16:10

Fyrrverandi amerikanski fótbóltsspælarin, O.J.Simpson, er deyður. Hann var 76 ára gamal, nú hann doyði eftir at hava verið sjúkur av krabbameini í eina tíð.

Eitt var, at hann var kendur fótbóltsspælari, men tað, hann er mest kendur fyri, er, at í 1994 varð hann ákærdur fyri at hava dripið fyrrvernadi konu sína, Nicole Brown, og vinmann heennara, ron Goldman. Tey vóru funnin niðurstungin uttan fyri hjá Nicole Brown.

Tað var skjótt, at løgreglan fekk illgruna til Simpson tað endaði við at hann fór at koyra undan løgregluni og tað minti mest um ein hollywood-film, tí tað tað var alt sent beinleiðis í sjónvarpi og fólk sótu sum negld frammanfyri sjónvapinum og hugdu at - men tað endaði við, at hann gav skarvin yvir og varð handtikin.

Tað var eitt rættarmál sum varð lagt víðopið fyri almenninginum, og har fólk um allan heimin fylgdi tí tí tað var sent beinleiðis í sjónvarpi.

Men tað endaði við, at hann var fríkendur árið eftir.