Oddafólkini halda fram í eitt ár afturat

Formaðurin skal ikki veljast aftur fyrr enn næsta ár, men hini halda eisini fram

Jacob Eli S. Olsen, formaður, heldur røðu ímeðan hinir nevndarlimirnir, lýða á. Nevndin er av heimasíðuni hjá Lærarafelagnum
Áki Bertholdsen
1. mai 2024 kl. 22:58

Nevndin í Lærarafelagnum hevur nú skipað seg eftir aðalfundin 20. apríl. Á aðalfundinum í 2022 varð formaðurin, Jacob Eli S. Olsen, valdur til formann og valskeiðið er trý ár, so hann stendur ikki fyri valið aftur fyrr enn næsta ár.

Hetta er annars annað trý ára skeiðið hann er formaður, eftir at hann varð valdur fyrstu ferð í 2019.

Men annars heldur Tórhallur við Gil, lærari á Skúlanum við Løkin, fram sum næstformaður og Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð er afturvald til kassameistara. 

Somuleiðis er Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, afturvaldur til skrivara - hann varð afturvaldur á aðalfundinum hesa ferð.

Nevndarlimur er Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, hann varð eisini afturvaldur á hesum aðalfundinum hesaferð.

Á aðalfundinum vórðu tveir tiltakslimir valdir. Fyrsti tiltakslimur er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum, og annar tiltakslimur er Erla K. Róin, lærari á Eiði.