Oddagrein: Fosturtøka ella loysning?

Um tú hevur hug at siga, at yvirskriftin til hesa oddagrein onga meining gevur, ja, so skalt tú ikki hoyra eitt ónt orð um tað, tí hasi bæði tingini hava millum lítið og einki at gera við hvørt annað

Sveinur Tróndarson
2. juli 2022 kl. 08:50

Um tú hevur hug at siga, at yvirskriftin til hesa oddagrein onga meining gevur, ja, so skalt tú ikki hoyra eitt ónt orð um tað, tí hasi bæði tingini hava millum lítið og einki at gera við hvørt annað.

Tá tað er sagt, so var tað akkurát tað seinna orðið í yvirskriftini, sum rann mær í hug, tá eg hoyrdi, at onkrir danskir politikarar høvdu fingið tað hugskot, at blanda danska blokkstuðulin til Føroya uppí kjakið um fosturtøku í Føroyum.

Tí kann tað verða so livandi galið, at danir, enn einaferð, við politiskum kleyvarskapi seta ferð á kjakið um føroyska loysing?

Tað hava teir gjørt fyrr, tá teir hava borið seg at sum “elefantur í einum glashúsi”, og sjálvt um støðan millum Føroyar og Danmark hevur verið góð tey seinastu nógvu árini, so er ein av grundunum ivaleyst, at tað hava ikki verið nøkur mál á skrá, sum hava skapt nakra ójavnvág.

Tá tað er sagt, so setur tað spurnartekn við ta virðing, sum – í øllum førum ávísir – danskir politikarar hava av Føroyum og føroyingum. Vit sleppa at ráða sjálvi, um vit ráða sum tey siga.

Spurningurin er so, um hetta kann vera við til at órógva ta javnvágina, sum hevur verið, so fólk her heima aftur fara at seta fullveldiskjakið á skrá.

Tað hendir neyvan, tá tað bara er Eindarlistin, sum skjýtur upp, at minka blokkin fyri at tvinga føroyingar til at broyta lógina um fosturtøku. Og bara tað, at flokkurin hugsar í teir banarnar, sum hann ger, sigur mær, at tey skilja millum lítið og einki av, hvussu viðurskiftini í Føroyum eru, tí er tað nakað, sum føroyingar ikki vilja lata sær lynda, so er tað at vit skulu gera eftir harraboðum frá øðrum.

Bara tað at mann hugsar tankan um at knýta blokkstuðulin at føroyskari lóggávu um fosturtøku, sigur eitt sindur.

Eftir øllum at døma hevur onkur annar danskur politikari tosað um at broyta grundlógina, so rætturin til fosturtøku verður tryggjaður tann vegin, eisini í Føroyum. Og tað er uppaftur verri, um mann kann siga tað so.

Mín støða til bæði blokkstuðul og fosturtøku hevur altíð verið púra greið, so tað rakar ikki meg á nakran hátt í so máta. Og eg eri vísur í, at fólkið her á landi hevði fylt øll tey búskaparligu hol, sum møguliga kundu staðist av, at blokkurin hvarv.

Tá tað er sagt, so setur tað spurnartekn við ta virðing, sum – í øllum førum ávísir – danskir politikarar hava av Føroyum og føroyingum. Vit sleppa at ráða sjálvi, um vit ráða sum tey siga.