Oddagrein: Lat okkum bara gjalda sjálvi

Skulu vit lata danir rinda fyri koppingarevnið ella skulu vit sjálvi gera tað. Tann spurningurin er uppi og vendir beint nú, tí danir, eftir øllum at døma uttan at tosa við føroysku myndugleikarnar, hava gjørt av at rinda henda kostnað fyri okkum

Sveinur Tróndarson
15. januar 2021 kl. 18:05

Skulu vit lata danir rinda fyri koppingarevnið ella skulu vit sjálvi gera tað.

Tann spurningurin er uppi og vendir beint nú, tí danir, eftir øllum at døma uttan at tosa við føroysku myndugleikarnar, hava gjørt av at rinda henda kostnað fyri okkum.

Í samrøðu við Dimmalætting í dag sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum, at hann ikki fer at nokta dønum at gjalda fyri koppingarevni, og ta avgerðina eigur hann sjálvur.

Spurningurin er so, um tað er neyðugt, at føroyska tjóðin, sum sambært tølum hjá danska tjóðbankanum, hevur eina størri framleiðslu enn danir, skulu lata danir rinda hetta fyri okkum?

Um svarið er ja, so hevði verið stuttligt at fingið eina grundgeving fyri hví.

Eftir okkara tykki áttu vit at sagt nei takk til tilboðið frá dønum og sagt, at vit vilja sleppa at rinda fyri tað sum vit sjálvi brúka.

Hví?

Tí somu myndugleikar, sum nú siga, at danir gott kunnu sleppa at rinda fyri koppingarevni, teir lata stórar privatar fyritøkur sleppa undan at gjalda fyri tey rættindi, sum hesar fyritøkur fáa.

Fyri okkum at síggja, virkar tað ikki, sum myndugleikarnir í heila tikið hugsa um, hvussu tað sær út, tá danir nú slappa at rinda hesa lítlu rokning.

Come on!

Tað snýr seg um sjey milliónir krónur, sum hvørki gera frá ella til, tá tað snýr seg um at klára seg sjálvan.

Hesar seinastu tíggju mánaðirnar hevur allur heimurin verið raktur av korona.

Nøkur lond eru hart rakt, onnur er minni hart rakt. Eitt av teimum londunum er okkara egna.

Samanborið við danska statskassan hevur føroyski landskassin rinda ómetaliga lítið fyri at hjálpa teimum, sum hava fingið trupulleikar av korona. Tann stóra partin, sum er goldin, hevur løntakarin sjálvur goldið ígjøgnum arbeiðsloysisskipanina.

Gaman í gjørdist samlaða upphæddin, sum fór úr arbeiðsloysiskassanum væl lægri enn tað, sum myndugleikarnir væntaðu, men so mikið størri orsøk til at landsstýrið so átekur sær tær skyldur, sum annars koma í kjalarvørrinum av korona.

Men heldur ikki tað vil man.

Ístaðin letur man danska statskassan – donku vaskikonuna – rinda fyri tann heilivág, sum vit skulu brúka til at koppseta okkara egna fólk.

Tað gevur eina keðiliga kenslu, sum bæði land og fólk kundu sloppið undan.

Onkuntíð hevur man hug til at undrast yvir tær avgerðir, sum politiska skipanin tekur, og tað gera vit hesaferð. Tí hatta var óneyðugt.

Sitat:

Hesar seinastu tíggju mánaðirnar hevur allur heimurin verið raktur av korona.

Nøkur lond eru hart rakt, onnur er minni hart rakt. Eitt av teimum londunum er okkara egna.

Samanborið við danska statskassan hevur føroyski landskassin rinda ómetaliga lítið fyri at hjálpa teimum, sum hava fingið trupulleikar av korona. Tann stóra partin, sum er goldin, hevur løntakarin sjálvur goldið ígjøgnum arbeiðsloysisskipanina.