Oddagrein: Skammiligasta HM-endaspælið nakrantíð byrjar sunnudagin

Ein tann mest umstrídda ítróttarhending nakrantíð nærkast í hvørjum

Sigurjón Einarsson
19. november 2022 kl. 10:11

Nógv kjak hevur staðist av, eftir at Katar í 2010 fekk tillutað HM-endaspælið fyri 2022.

Alt frá mutri, mismuni og ikki minst ræðuligu umstøðurnar hjá gestaarbeiðarunum, sum hava arbeitt í Katar seinastu tíggju árini, so Katar kann bjóða seg fram til at vera ein HM-vertstjóð, hevur nógv verið at sæð í útlendskum miðlum. The Guardian hevur eisini funnið fram til, at yvir 6,700 gestaarbeiðarar eru deyðir, sum beinleiðis orsøk av vánaligu korunum, sum teimum hevur verið fyri í Katar.

Men longu nú er líkt til, at nógvir gestaarbeiðarar, ið hava verið við til at byggja leikvøllirnar, betrað um infrakervið og ymiskt annað í Katar, skulu nú eisini fylla leikvøllirnar, so tað sær út til, at nógv fólk eru komin til Katar at fylgja teirra landsliði.

Tað gevur onga meining.

Men ferðast tú til Katar sum áskoðari, so er tað nógvar reglar, tú skal fyrihalda teg – umframt at taka eina app niður, so myndugleikarnir vita, hvar tú ert. Men tað er jú fyri tína egnu trygd, verður sagt. Javel.

Og ferðast tú sum kvinna til Katar, so skalt tú vera eyka varin. Lóggávan í Katar er sera strang móti kvinnum.

Kemur tú sum kvinna út fyri, at tú ert fyri órætti, so kann tað enda við, at kvinnan fær eina fongsulsrevsing. Tí kann tað vera beinleiðis vandamikið fyri eina kvinnu at melda eina neyðtøku til løgregluna í Katar, tá tú sum offur, kann verða ákærd fyri at hava kynsliga samveru uttan fyri hjúnabandið.

Hetta er tíbetur langt frá okkara veruleika heima í Føroyum.

Í blaðnum hesa ferð hava vit valt at seta fokus á nakrar kvinnusøgur, har tað millum annað ber til at lesa um barnsburðartunglyndi, og eisini um hvussu hart tað tekur upp á ein, tá hægsta ynskið er at fáa eitt barn, men tað ikki heilt gongur sum tað skal.

Hetta er partur av verkætlanarstuðlinum hjá Mentamálaráðnum.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, sum varðar av ítróttinum, segði við Dimmalætting í januar í fjør, at tað var upp til FSF, hvørt FSF valdi at fara til Katar ella ikki.

Áðrenn undankappingina til endaspælið í Katar hevði tað verið eitt gylt høvi hjá FSF at melda út, at Føroyar fóru at boykotta Katar, kom tað hartil, at Føroyar vunnu sær luttøku til endaspælið.

Avrokningin hevði verið ókeypis, og kundi kanska havt verið við til at koyrt ein kavabólt á rull – ella ikki.

Á vøllinum hevur fótbólturin reglur, sum tryggja, at spælið er rættvíst, tí eitt avgerandi grundarlag í vakra spælinum – The Beautiful Game, sum fótbóltur verður róptur – er rættvísi.

Uttanfyri vøllin hevur FIFA stríðst við at hava sama rættvísi sum á vøllinum. Alt ov ofta hava avgerandi limir í fótbóltssamgonguni verið svansaðir inn í mutur og annað, ið ikki er eftir bókini.

Tað má FIFA lúka út, tí næstu londini, sum hava brúk fyri einum HM til at betra um sítt umdømi, standa klár við síðulinjuna og vifta um seg við gyltum lyftum – bæði almennum og óalmennum.