ÓKEYPIS FILMUR: Her ber til at síggja vísindafilmin “Almost Human”

Carlsberg-grunnurin gevur nú Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum møguleikan at síggja listaliga vísindafilmin “Almost Human”, ið er frá 2019. Filmurin byggir á tankar hjá 10 granskarum, hvørjar avbjóðingar menniskjað hevur í heiminum, ið broytist allatíðina

Sigurjón Einarsson
22. november 2020 kl. 13:00

Í hesum koronatíðum seta vit okkara álit á visindafólk, fyri at tey skjótt fara at finna eina loysn uppá trupulleikarnar, ið stava av Covid-19.

Í hesum sambandi hevur Carlsberg-grunnurin gjørt av, at lata dønum, íslendingum, grønlendingum og føroyingum sleppa at síggja ein ókeypis film, fyri at vísa á týdningin á vísindini at frama.   

Almost Human er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum leikstjórin Jeppe Rønde hevur gjørt. Filmurin varð vístur á CPH:DOX í fjør, har leikstjórin hevði fingið fríar teymar at tulka nútíðar og framtíðar avbjóðingar í heiminum, ið broytist allatíðina.

Filmurin sæst HER.