Í ár er Útnorðurdagurin sama dag sum nýggi evropeiski fólkatónleikaradagurin. Í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið fólki á ókeypis konsert við fólkatónleikarabólkinum Enekk, og tann konsertin verður seinnapartin leygardagin, 23. septembur klokkan 16.
Bólkurin, Enekk, varð stovnaður í 1991 og hetta sama árið hevði bólkurin lagið, Eru vit til?, við á útgávuni.
Árini 1993 til 2004 gav Enekk fýra fløgur út. Hóast tey ikki hava givið fleiri løg út, hevur hann verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands við jøvnum millumbilum síðani tá.
Nógvir tónleikarar hava verið við í bólkinum í longri og styttri tíðarskeið, eisini bulgarskir fólka- og jazztónleikarar.
Men bulurin í bólkinum hevur verið Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, synth og harmoniku.
Tað eru eisini teir, ið fara at framføra á konsertini í Norðurlandahúsinum. Umframt tónleik úr Enekk-útgávum eru nýggjari sangir hjá Kára Sverrison á skránni, eitt nú hevur hann sett tónleik til yrkingar eftir íslendska skaldið, Einar Már Guðmundsson.
Í 2017 samdust Føroyar, Grønland og Ísland um at halda ein felags útnorðurdag á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur.
Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði.
Hinvegin er hetta fyrstu ferð, at evropeisku londini savnast um Evropeiska Fólkatónleikaradagin. Endamálið við degnum er vísa á týdningin, sum siðbundin list sum tónleikur, dansur og tað, at siga søgur, hevur.
Í hesum sambandi skipa Fólkatónleikarafelagið og Tutl fyri einari framsýning við føroyskum fólkatónleikaútgávum. Framsýningin er í Tutl-handlinum, 18.-25. septembur, mánadag til fríggjadag.