Ókeypis konsert við Göteborg Oboekvartett

Einasta obokvartett í Norðurlondum vitjar í Føroyum

Fríðmundur Nattestad
28. februar 2024 kl. 11:00

Sunnudagin 3. mars klokkan 16 verður konsert við Göteborg Oboekvartett í Norðurlandahúsinum. Konsertin er ókeypis.

Hesum boðar Norðurlandahúsið frá í tíðindaskrivi.

Tónleikurin, sum verður spældur á konsertini, er skrivaður av tónasmiðunum Alvi Joensen, Erik Valdemar Sköld og Veronika Kroell Voetmann. Tey, sum spæla í Göteborg Oboekvartett, eru Line Rønn Ingvardsen (obo), Orlaith McHugh (violin), Liam Redmond (viola) og Giacomo Torlontano (cello). Verkætlanin, sum tey hava arbeitt við, eitur “Friður á foldum - nýggjur norðurlendskur tónleikur fyri obokvartett”. Verkið tekur støði í tónleikaverkinum Phantasy Quartet eftir bretska tónaskaldið Benjamin Britten og hansara ummæli sum friðarhugsjónarfólk.

Til ber at lesa meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.