OL í París er málið hjá Sverra

Í morgun var hann sannførandi, tá ið hann vann innleiðandi umfar í HM, sum hesa vikuna er í Serbia

Jóannes Hansen
3. september 2023 kl. 10:55

Í morgun eru fyrstu tøkini tikin í HM kappingini í rógving. Kappingin er í serbiska høvuðsstaðnum Beograd, har tað verður hildið fram til næsta vikuskifti, tá ið finalurnar eru á skrá.

Føroyski Sverri Sandberg Nielsen er á danska landsliðnum. Málið hjá honum er at tryggja sær rætt til luttøku í enn einari OL kapping. OL verður í París í døgunum 26. juli til 11. august 2024.

Í morgun hevur Sverri kappast í innleiðandi umfari, og ta kappingina vann hann sannførandi. Hann var fremstur allan teinin og við sigrinum tryggjaði hann sær luttøku í fjórðingsfinaluni, sum verður mikudagin. Sverri kappaðist í morgun ímóti rógvarum úr Svøríki, Finnlandi, Paraguay, Meksiko og Estlandi. Vinnaratíðin hjá Sverra var 06:52.45. Næstfremst var Svøríki í tíðini 06:53.77 og nummar trý var Finnland í tíðini 06:55.26.

Treytin fyri at tryggja sær atgongumerki til OL kappingina næsta summar er, at Sverri vinnur seg í A finaluna ella endar millum tríggjar teir fremstu í B-finaluni. Tað vil siga, at hann endar millum níggju teir fremstu í kappingini.

Fjórðingsfinalan verður mikudagin, hálvfinalan fríggjadagin og finalan sunnudagin.