OL í talvi: Enn ein føroyskur sigur

Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fyrstu ferð er við til OL, fekk eina dreymabyrjan.

Katrin Erlendsdóttir
31. juli 2022 kl. 23:21

Við 3-1 sigrinum í dag, er tað fyrstu ferð, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Føroyar hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag bragdaði endiliga.

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fekk eina dreymabyrjan í OL. Honum eydnaðist at lokka mótstøðumannin í eina heimafyrireiking, og tá var lagamanni. Luitjen syfti sín mann sum ein vøtt og legði Føroyar á odda 1-0 eftir lutfalsliga stutt talv, skrivar Talvsamband Føroya á heimasíðuni.

Løtu seinni økti Helgi Dam Ziska til 2-0. Hann vann eins leikandi lætt og sannførandi sum Luitjen Akselsson Apæl. Hann snøgt sagt vant úr sínum manni við svarta fólkinum og sigraði í einum knúsandi álopi. So var 2-0.

Á hinum borðunum var minni hóvasták, tó at telvað var leingi. Hvørki Høgni Egilstoft Nielsen ella Rógvi Egilstoft fingu veruligt flog yvir sítt spæl í dag. Høgni  var ikki mentur við hvíta fólkinum at seta mótstøðumannin undir veruligt trýst, men í sjálvum 40. leiki hevði hann brádliga kjansin, men varnaðist tað ikki, og so fjaraði alt av til eitt friðarligt remis, skrivar Talvsambandið.  

Rógvi sat við longsta talvinum. Hann kom at standa heldur kroystur frá byrjan við svarta fólkinum, og fekk ikki gongd á. Sum frá leið var líkt til, at mótstøðumaðurin hevði munin, men Rógva eydnaðist kortini at javna og bjarga sær remis. Tíverri vóru tekniskir trupulleikar við sambandinum til borð 3, og tí sást ikki alt talvið.

3-1 verður mett at vera hóskandi úrslit eftir styrkitølunum og styrkismetingini.

Føroyar hava higartil vunnið tveir dystir og tapt ein, og eru í løtuni nummar 87 í røðini av teimum 188 liðunum í almennu OL-kappingini. 

Í morgin er fjórða umfar á skránni, og tá er aftur sterk mótstøða. Føroyar møta Kroatia, sum er styrkismett nummar 17. Allir á liðnum eru stórmeistarar, miðalstyrkitalið er 2611. 

Mynd: Talvlandsliðið, sum vann móti Puerto Rico í dag.