Olaf Johannessen: Tjóðleikhúsið kann ikki liggja aðrastaðni enn í Havn

Føroya kendasti, virknasti og mest virðislønti sjónleikari talar at

Olaf Johannessen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Fríðmundur Nattestad
17. apríl 2024 kl. 17:00

Síðani havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu í gjár samtykti, at ikki gera leigusmáttmála um øki til tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum ætlanin annars hevur verið, hava fleiri politikkarar verið frammi við uppskotum um, hvar tjóðleikhúsið ístaðin kann staðsetast.

Fleiri hava borið fram, at Havnin ikki neyðturviliga er besta staðseting, og at tjóðleikhúsið væl kann staðsetast í øðrum bygdum ella býum í Føroyum. Men nú talar Olaf Johannessen at í samrøðu við Birkblog. Olaf Johannessen er helst Føroya kendasti, virknasti og mest virðislønti sjónleikari.

- Hesin glantrileikurin, sum bara veksur og gerst heilt absurdur, um yrkisleiklistina og tjóðpallin, má viðmerkjast, sigur Olaf Johannessen. 

- Bygdamentanin, og alt gott um hana, er um at køva alt, sum hevur við fría leiklist at gera. Tað er so týðiligt at hesir bygda- og landspolitikkarar fullkomiliga hava misskilt, hvat ein frí leiklist kann og skal. Somuleiðis hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal.

- Eitt Tjóðleikhús er ikki eitt glæntrihús til representatiónir og konferansur, men eitt livandi stað, sum andar og livir í tíðini, og í tí umhvørvi, har tað er staðsett. Sum er opið at detta inn í, og sum spontant letur hurðar og vindeygu upp til tað umhvørvið, tað stendur í, sigur Olaf og slær staðsetingina fasta við hesum orðum: 

- Tí, og bara tí, kann tað ikki liggja aðrastaðni enn í Havn, og ikki í onkrum dali ella í onkrari bygd. Men í mínum eygum skilja hesir polittikarar og embætisfólk ikki, hvat livandi leiklist handlar um, og hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal, sigur okkara kendasti sjónleikari, Olaf Johannessen, við Birkblog í dag.