Øll flogferðsla avlýst í dag

Øll flogferðsla til og úr vágunum er avlýst í dag

Ragnar Sjúrðarson
21. januar 2023 kl. 12:53

Í gjár fóru fýra og lendu tvey flogførð í vágunum. Alt gekk sum eftir ætlan, inntil triðja og seinasta flogfarðið, RC459, skuldi lenda, men bleiv avlýst vegna vegur.

Sambært heimasíðuni hjá Atlantic, er øll flogferðsla bæði til og úr vágunum avlýst í dag.

Útlit eru ikki fyri at flúgva seinni í dag, so fólk sum skuldu lenda ella flúgva úr vágunum í dag, mugu bíða til í morgin.