Omanfyri 400 fólk burtuflutt frá tjóðarpark í Taiwan

Bæði ferðafólk og íbúgvar hava verið strandaði í tjóðarparkini Taroko síðani mikudagin

Ragnar Sjúrðarson
7. apríl 2024 kl. 17:19

Meira enn 400 fólk eru í dag burturflutt frá eini tjóðarpark í Taiwan, sum varð rakt av einum ógvusligum jarðskjálvta mikudagin.

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Bæði ferðafólk og íbúgvar hava verið strandaði í tjóðarparkini Taroko síðani mikudagin, tí vegirnir rundan um parkina eru oyðilagdir av jarðskjálvtanum.

Vegirnir eru síðani bøttir aftur, og í gjár og í dag kundu fleiri fara úr tjóðarparkini aftur. Eisini eru fleiri burturflutt við tyrlum.

38 fólk hava fingið loyvi at verða verðandi í tjóðarparkini fyri at røkja ymsar uppgávur. Eitt nú á einum gistingarhúsi, einum orkuverki og í eini kirkju.

Innanríkisráðharrin Lin Yu-chang hevur sagt, at bjargingarfólk eru farin í gongd við eina umfatandi kanning av farleiðunum í tjóðarparkini.

Hann sigur eisini, at strandaðu fólkini verða flutt til eitt trygt stað.

Fleiri fólk vórðu fangaði undir steinum, og í gjár fann eitt bjargingarfólk ein deyðan persón í tjóðarparkini. Tað upplýsir sløkkiliðið í Taiwan sambært dpa.

Tað merkir, at deyðstalið er nú á minst 13 fólk. Umleið 1140 fólk eru løstaði.

Sambært miðlinum The Guardian eru tað framvegis fýra fólk, ið ikki eru funnin í tjóðarparkini.

Jarðskjálvtin mikudagin kom upp á 7,4 stig og er somuleiðis ógvusligasti jarðskjálvtin, ið er máldur í Taiwan í 25 ár.