Ongastaðni so lítil munur ímillum rík og fátæk sum í Føroyum

Í Føroyum er væl minni stættarmunur enn í Danmark, Grønlandi og í ES sum heild

Áki Bertholdsen
13. september 2023 kl. 13:03

Tað er ongastaðni í Norðurlondum, ella í ES, at tað er so lítil munur á ríkum og fátækum sum í Føroyum.

Sostatt er tað neyvan heldur nakrastaðni í verðini, at stættarmunurin er so lítil sum her.

Tað vísir ein uppgerð Hjá Hagstovuni.

Uppgerðlin vísir, at í 2021 var føroyska gini-talið 21, og tað er eitt sindur minni enn tað var í 2020, tá ið tað var 21,1 árið fyri.

Gini-talið vísir, hvussu stórur munur er á teimum, sum tjena mest, og teimum, sum tjena minst. 

Lægri gini-talið er, minni er stættarmunurin. Er gini-talið null, fáa øll tað sama í løn, og er tað 100, er tað eitt húski, sum hevur alla inntøkuna.

Talvan vísir, at munurin ímillum rík og fátæk var størst í 2015, men síðani er hann minkaður

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, atcí 2009 var gini-talið 19,6, men síðani vaks tað so líðandi til 2015, tá ið tað var 23.5. Síðani er munurin ímillum rík og fátæk er minkaður og í 2020 var talið 21,1 og í 2021 kvinkaði tað so aftur niður á 21.

Men uppgerðin hjá Hagstovuni viðsir eisini, at í Føroyum er minni stættarmunur enn í hinum Norðurlondunum, og í ES sum heild.

Í Danmark og í ES sum heild, er gini-talið yvir 30. Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, har tað er 34. Noreg og Svøríki hava eitt gini-tal, ið er ávikavist 27,9 og 26,8. 

Sostatt eru inntøkurnar í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við, sigur Hagstovan. Sí talvuna niðan fyri.

Talvan oman fyri vísir, at ongastaðni er stættarmunurin so lítil sum í Føroyum