Ongin ólavsøkukabarett í ár

Ymiskar eru mentanarligu siðvenjurnar hjá fólki á ólavsøku. Tær sum tó ganga aftur eru kappróður, listaframsýning, kórsangur og so eisini kabarettin.

Ragnar Sjúrðarson
28. juli 2023 kl. 14:31

í ár hevur ongin tikið stig til at skipa fyri nøkrum undirhaldi í sjónleikarhúsinum á ólavsøku. Tískil verður tað ikki ein møguleiki á ólavsøku í ár, at fara at hyggja at ólavsøkukabarett.

Forkvinnan í Havnar Sjónleikarfelag, Hanna Flóvinsdóttir, harmast um at ongin kabarett verður í ár, men sigur at tað er misskilt, at tað er Havnar Sjónleikarfelag, sum eigur ábyrgdina av kabarettini.

Áhugin ikki til staðar

- Orsøkin til at ongin ólavsøkukabarett verður í ár er, at ongin hevur ynskt at skipa fyri henni. Har hevur ikki verið nakar áhugi. Ár um ár hava tað verið fólk, sum ikki eru beinleiðis knýtt at Havnar Sjónleikarfelag, sum hava staðið fyri ólavsøkukabarettini. Tað er misskilt, at tað er Havnar Sjónleikarfelag, sum reikar fyri kabarettini - tað einasta vit gera er at leggja hús til.

Sjónleikarhúsið hevur bookað húsið til annað virksemi fram til hálvan juli, so - um nakar hevði viljað skipað eini ólavsøkukabarett - hevði tað verið nærum ógjørligt, at fingið upp at standa.

- Er talan ikki um vantandi prioritering frá tykkara síðu tá tit leingi hava vitað, at sjónleikarahúsið er upptikið so langt inn í juli?

- Nei tað er ikki heilt rætt. Tað passar sum tú sigur, at í sjónleikarhúsinum er ein stór verkætlan í løtuni tí Det Feroische Compagnie hevur bookað hølini og tey hava verið her síðan síðst í mai. So tað passar, at um ein møguligur ólavsøkukabarett-bólkur ynskti at vera her nú, so hevði tað verið ein trupulleiki at fingið pláss fyri báðum. Tey, ið spæla ólavsøkukabarettina, plaga at sleppa inn fyrsta juli og brúka alt húsið fyrru helvt av juli uppá at skriva og finna uppá tilfar til kabarettina. Men sum sagt hevur ongin ynskt at skipa fyri eini ólavsøkukabarett, so um Det Feroische Compagnie ikki var her nú, so stóð húsið tómt.

- Hví skipa tit í Havnar Sjónleikarfelagi ikki fyri kabarettini nú ongin annar hevur tikið stig til hana?

- Tað er tvær ferðir hent áður, at ongin hevur ynskt at staðið fyri kabarettini, har vit so hava sligið okkum saman, og stápla okkurt á beinini. Hetta hava vit ikki havt orku til í ár, tí vit fyri stuttum hava havt ein krevjandi várleik við heitinum Robin Hood. Tá hann so var liðugur kom Det Feroische Compagnie í húsið, sum tey høvdu bílagt í góðari tíð. Eg skal tó siga, at vit gjørdu tað heilt greitt fyri teimum, at um nú onkur brádliga ynksti at skipa fyri eini ólavsøkukabarett, so skuldi tey geva rúm fyri tí, men aftur – ongin hevur havt áhuga.

Ólavsøkukabarettin fer ikki í søguna

- Er tað uppá tíðina, at sleppa ólavsøkukabarettini?

- Nei. Ólavsøkukabarettin fer ikki í søguna - tað er heilt vist. Sum sagt er tað hent tvær ferðir fyrr í mínari tíð, at ongin hevur ynskt at skipa fyri, har vit so hava gjørt ólavsøkukabarettina. Tað ber jú væl til, at vit framleiða hana og brúka okkara fólk, men tað hevur bara ikki ligið fyri í ár. Fólkini, sum eru “the usual suspects” hava verið upptikin av eini aðrari verkætlan. So nei ólavsøkukabarettin verður aftur í næsta ár - hon fer aldrin í søguna.

Sigið frá í góðari tíð!

Um onkur brennir inni við einum ynski um at hava ólavsøkukabarettina í 2024 so er bara at halda seg framat.

- Fólk plaga at siga frá í góðari tíð. Sum oftast frætta vit frá teimum eitt heilt ár frammanundan, at tey ynskja at skipa fyri ólavsøkukabbarettini. Eg vildi sagt, at um árskifti skal man hava tikið avgerð um man ætlar at gera tað ella ikki. Hóast onki undirhald verður at síggja í sjónleikarhúsinum um ólavsøku, fer hurðin ikki at vera læst.

- Øll eru vælkomin framvið til ein kaffimunn og at síggja húsið. Eisini verður árligi føroyski dansurin í húsinum.