Á midnátt fóru tey fýra arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í verkfall.
Hesa ferð vóru tað arbeiðsfólk hjá privatum arbeiðsgevarum, sum fóru í verkfall. Men nú á midnátt fara eisini arbeiðsfólk hjá almennum stovnum, og hjá kommununum í verkfall.
Og tað er ein ósemja sum er orsøkin til, at tey nú fara í verkfall.
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava annars víst á, at arbeiðsfólk hjá tí almenna, og hjá kommunum, hava ikki loyvi til at fara í verkfall.
Tey vísa á, at tey hava ikki sáttmála við fakfeløgini, sum fara í verkfall og sostatt eru tey ikki ein partur av trætuni ímillum tey arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið.
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur gjørt greitt, at fara starvsfólk hjá landinum ella kommunum í verkfall, verður tað lagt fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál.
Og hann er eisini vísur í at fáa viðhald, tí tey hava ikki heimild at fara í verkfall.
Og í morgun skuldi málið so leggjast fyri Fasta gerðarrættin. Tað vóru kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin, samd um.
Men so kom politikkur í málið og úrslitið var, at fyrst tók Lønardeildin seg úr semjuni og vildi ikki vera við til at leggja málið fyri gerðarrættin.
Jan Mortensen sigur, at tað var ein politisk avgerð, og meiri hevur hann ikki at siga um tað.
Sostatt legði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið málið fyri Gerðarrættin einsamalt. Men formaðurin har, Per Martin Gregersen, segði við KvF á midegi, at ósemja tók seg upp í Kommunufelagnum og úrslitið av tí var, at tey tóku málið aftur úr Gerðarrættinum.
Sostatt fara arbeiðsfólk undir Landi og kommunum nú í verkfall, uttan at Gerðartætturin fekk høvi at gera eina niðurtøðu í málinum.
Tað er ikki heilt greitt, hvat hendan ósemjan snýr seg um, men Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sigur, at tey hava verið í samband við borgarstjóran í Havn og hann hevur vissað tey um, at Tórshavnar Býráð fer at virða sáttmálan hjá arbeiðsfólki hjá kommununi og at tey eisini fóru at virða verkfalsrættin hjá teimum.
Tórshavnar Býrað metir støðuna soleiðis, at arbeiðsfólkið hjá kommununi eru limir í arbeiðarafeløgunum og hava rætt til at fara í verkfall, tá ið feløgini fara í verkfall, sigur Heri Reynheim.