Øssur er nýggjur venjari á Argjum

AB og Øssur Hansen hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Øssur verður AB venjari tvey tey næstu árini

Mynd: AB
Jóannes Hansen
27. november 2023 kl. 19:19

Í kvøld veit Argja Bóltfelag at siga, at Øssur Hansen er nýggjur venjari hjá besta mansliðnum, sum fyri stuttum flutti úr Betri Deildini og niður í 1. deild.

AB skrivar soleiðis:

Nýggi venjarin er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, tí tað verður 52 ára gamli toftamaðurin og landsliðslegendan, Øssur Hansen, sum nú skal standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá AB. Sáttmálin millum partarnar er í fyrstu syftu galdandi í tvey ár.

Øssur Hansen hevur nógvar royndir í føroyskum fótbólti - bæði sum leikari og venjari. Hann hevur spælt yvir 350 dystir fyri besta liðið hjá B68, og harafturat spældi hann heili 51 landsdystir, har hann skoraði tvey mál við sínum tiltikna vinstra beini.

Sum venjari hevur Øssur Hansen í tveimum syftum verið høvuðsvenjari hjá barndómsfelagnum, B68. Vit minnast við ringum tannabiti aftur á helst ein tann størsta sigurin hjá Øssuri sum venjara, tá hann við B68 vann upp- og niðurflytingardystin ímóti AB í 2020. Øssur bygdi eitt ungt, lokalt lið á Toftum, ið síðani uppflytingina í 2020 hevur ment seg og havt fastan sess í Betrideildini.


Setningurin hjá Øssuri í AB verður nakað tann sami. Málið í komandi kappingarári er at flyta uppaftur í bestu deildina, og síðani verður avbjóðingin at skapa eitt lið, sum megnar at varðveita eitt støðugt pláss í bestu mansdeildini. Í 2024 er ætlanin, at fleiri lokalir leikarar skulu fáa møguleikan, men samstundis viðurkennir felagið, at eisini er neyðugt at fáa onkran styrk til liðið. Hetta arbeiðið er í gongd í hesum døgum.

Øssur er ein sera nærlagdur og miðvísur venjari, og Argja Bóltfelag metir, at felagið hevur funnið rætta mannin at stjórna okkara besta liði. Hann hevur A-venjaraprógv, og umframt at vera høvuðsvenjari hjá AB, heldur hann eisini fram sum U19-landsliðsvenjari hjá dreingjum komandi árið.

Samstundis vil AB nýta høvið at takka nú fráfarna venjaraparinum, Símuni Eliasen og Morten Overgaard, fyri seinasta hálvárið, har teir báðir stóðu á odda. Stigatalvan var ikki nøkur vøkur sjón í summar, men Símun og Morten fóru undir uppgávuna við góðum treysti, og at enda vantaði bert tvey stig í, at AB varðveitti plássið í Betrideildini.

Nú lítir AB frameftir, og fyrireikingarnar hjá 1. deildarhópinum í 2024 fara at byrja heilt skjótt.

Vælkomin til AB, Øssur! skrivar AB í kvøld.