Ósunnur matur, og ósunt drekka, eru dýrkað mest

Men prísurin á sunnum mati er eisini hækkaður nógv

Áki Bertholdsen
8. apríl 2024 kl. 11:30

Sum øll hava lagt merki til, eru prísirnir á at jalla øllum vørum og tænastum, nógv hækkaðir hesi seinastu árini. Hinvegin er tað ymiskt, hvussu nógv prísirnir eru hækkaðir á ymsum vørum. 

Tað, sum hevur størstan týdning hjá einum húsarhaldi, eru prísirnir á matu og drekka. Og eisini teir prísirnir eru hækkaðir hetta seinasta ári - men kortini er vøksturin avhæsaður so hann hækkar ikki so nógv longur, sum hann hevur gjørt.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at hetta seinasta áru, eru prísirnir í tí bólkinum, sum eitur matur og drekka, sum heild, hækkaðir fýra prosent. Og tað sæst eisini, at tað eru allir prísir, sum eru hækkaðir.

Tað eru serliga hesi bæði seinastu árini, at prísirnir á mati og drekka eru farin til himmals

Men tað sæst eisini, at teir prísirnir, sum eru hækkaðir mest, eru prísurin á tí meiri ósunna, nevniliga prísurin á sjokulátu og góðgæti, tí teir prísirnir eru hækkaðir góð seks prosent. Serliga eru prísirnir á sodavatni, og vatni, hækkaðir góð sjey prosent. Hesar vørur eru eisini í bólkinum matur og drekka.

Men prísirnir á tí heilsugóða matinum, nevniliga á fiski, kjøti og grønmeti, eru eisini hækkaðir góð fimm prosent.

Prísirnir á mjólk, osti, eggum, matolju og smøri, ery hækkaðir minni enn eitt prosent. Eisini rúsdrekka, sigarettir, og aðrar tubbaksvørur, eru næstan trý prosent dýrari nú, enn fyri einum ári síðani.