Ótol um vantandi arktiska trygd

Grønlendskir fólkatingslimir á danatingi ótolnast, tá tað kemur til átøk, sum danska stjórnin hevur lagt pening av til arktiska trygd, men sum enn vanta verkseting.

Rúni Korsgaard
4. mai 2024 kl. 12:44

Tað var í 2021, at táverandi verjumálaráðharrin Trine Bramsen legði fram, at danska stjornin avsetti 1,5 milliardir krónur til arktiska trygd bæði á Grønlandi og í Føroyum sum partur av ”Arktis Kapacitetspakke”.

Men yvir 3 ár eftir eru einans 15 milliónir verksettar við ítøkiligum átøkum. Her er talan um arktisku grundútbúgvingina í Kangerlussuaq, ið byrjar mánadagin.

Grønlendskir fólkatingslimir á danstingi eru sostatt byrjaðir at ótolnast um vantandi átøkini, teirra millum Aki-Matilda Høegh-Dam og Aaja Chemnitz.

Chemnitz sigur m.a. til DR, at tað ikki er at góðtaka, at so lítið er verksett, serliga í eini tíð, har heimurin broytist støðugt, og har londini kring okkum, teirra millum Russland, herbúgvast í Arktis-økinum.

Núverandi verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen ásannar, at tilgongdin at fremja arktiska kapasitetspakkan er seinkað nakað, og greiðir m.a. frá at nøktandi fíggingin ikki hevur verið.

Avtalan um fígging til trygdina í Arktis, sum Føroyar er ein partur av, inniber átøk á Grønlandi um m.a. loftflutt eftirlit við langtrøkkandi dronum, fylgisveinaeftirlit og jørðstøð.

Ein loftsávaringarradari skal verksetast í Føroyum, sum sambært Poulsen kann vantast at vera virkandi ikki fyrr enn í 2029. 390 milliónir krónur av savnaðu fíggjarætlanini eru settar av til radaran í Føroyum.