Oyndarfjørður verður nýtt mál hjá ferðamannaskipum

Umframt í Funningsfirði og Elduvík fara ferðamannaskip nú at vitja tríggjar ferðir um árið í Oyndarfirði

Jóannes Hansen
9. september 2023 kl. 14:37

Runavíkar havn hevur seinnu árini av álvara spent seg út, tá ið tað ræður um at taka ímóti ferðamannaskipum,  ið eru á krusferð her á leið. Oftast vitja tey eftir at hava verið í Norra, og tá ið tey fara avstað aftur gongur leiðin oftast til Íslands, og í øðrum førum er kósin tann mótsatta.

Í fleiril ár hava umboð fyri Runavíkar havn luttikið á messum í eitt nú Florida og í Týsklandi. Málið er at kunna um møguleikan at vitja á Skálafjørðinum, og talið á skipum, sum vitja, er støðugt økt, tá ið sæð verður burtur frá koronatíðini.

Í hesi vikuni hava umboð fyri fleiri føroyskar havnir luttikið á Seatrade Europe í Hamburg. Umframt umboð fyri Runavíkar havn hava umboð fyri Tórsahavnar havn, Klaksvíkar havn og Vágs havn verið við á messuni og umboð fyri Tor Shipping, Magn og Faroe Ship, veit Runavíkar havn at siga, og har verður eisini hetta skrivað:

Seinastu vikuna hevur Runavíkar havn luttikið á ferðaskipastevnuni Seatrade Europe í Hamburg.

Runavíkar havn hevur fingið nógv burturúr fundunum við ymsu reiðaríini á messuni, og hetta fer at síggjast komandi tíðina í bíleggingum og vitjanum av bæði stórum og smáum ferðamannaskipum. Reiðaríini eru sera áhugaði í okkara ferðamálum: Kongshavn á Skálafjørðinum, sum kann taka ímóti øllum støddum av skipum og Elduvík og Funningi, har tikið verður ímóti 3 ekspeditiónsskipum um árið. Harumframt eru vit eisini byrjað at selja Oyndarfjørð sum móttøkuhavn hjá smáum ferðamannaskipum, har ferðafólkini, eins og í Elduvík og Funningi, verða førd í land við smábátum. Vónandi kemur fyrsta skip á Oyndarfjørð um eini 2-3 ár.

Bíleggingarnar fyri 2024 eru longu fleiri í tali enn í ár. Vit fáa eisini nógvar fyrispurningar og bíleggingar fyri 2025 og 2026 longu nú. Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruisekalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar havn: https://portofrunavik.com/cruise-calls