Panikkur á Ben Gurion flogvøllinum

Ein amerikansk familja togaði brádliga eina ósprongda artillarígranat úr viðførinum á Ben Gurion flogvøllinum í Ísrael, og hetta elvdi til panikk millum hini ferðandi

Israel Airports Authority
Steinar Patursson
29. apríl 2022 kl. 13:25

Ein amerikansk familja skapti ræslu og øsing á altjóða Ben Gurion flogvøllinum í Ísrael, tá tey herfyri høvdu við sær eina ósprongda artillarígranat í viðførinum.

Familjan var komin fram á granatina á vitjan á Golan heyggjunum, og tey gjørdu ikki mætari enn at taka granatina við sær.

Tá tey skuldu av landinum aftur, var tað ein teirra, ið við trygdareftirlitið tók granatina úr viðførinum og spurdi eftirlitsmannin, um tað bar til at leggja granatina í kuffertið, skrivar BBC.

Eftirlitsmaðurin, sum ivaleyst visti, hvørjum hann hugdi eftir, bað fólk umgangandi um at sleppa sær burtur hagaðani, men sambært BBC hevur onkur skilt hetta sum eitt yvirgangsálop, og panikkur kom í ferðafólkini á flogvøllinum, sum runnu í allar ættir.

Upptøkur frá staðnum vísa, at fólk renna í allar ættir og kasta seg á gólv.

(Kelda: The Telegraph)

Alt spældi kortini væl av, og amerikanska familjan slapp í flogfarið, eftir at hava verið kannað av eftirlitinum á flogvøllinum.

Ísrael tók stórar partar av Golan heyggjunum frá Sýrialandi eftir seks-daga kríggið í 1967, og fleiri leivdir frá krígnum liggja enn í økinum.