Partygate: 20 fólk fáa bót fyri brot á koronureglar í samband við veitslur í Downing Street

Løgreglan í Bretlandi fer at geva 20 fólkum bót fyri brot á koronuavmarkingar í samband við veitslur í embætishúsinum, Downing Street 10

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
31. mars 2022 kl. 11:49

Bretska løgreglan hevur gjørt kanningar í samband við, at veitslur hava verið hildnar í Downing Street nummar tíggju, hóast strong koronutiltøk vóru galdandi í Stórabretlandi í koronatíðini.

Vegna hesar kanningar fer løgreglan at geva 20 fólkum bót fyri brot á koronuavmarkingar í Downing Street.

Tað upplýsir løgreglan í London, Metropolitan Police.

Løgreglan hevur kannað 12 veitslulag, sum eftir øllum at døma hava verið í embætishúsinum og bakgarðinum í Number Ten, sum bretar plaga at siga.

Bøturnar verða givnar fyri brot á galdandi koronuavmarkingar um tað mundi, tá veitslurnar hava verið, so tey 20 fólkini kunnu rokna við, at tey skulu av við 800 pund – umleið 7.000 krónur í okkara peningi – tí tey hava luttikið í samkomu, har yvir 15 fólk hava verið til staðar.

Tað framgongur ikki, um forsætisráðharrin, Boris Johnson, er ein av teimum, ið stendur til at fáa bót frá løgregluni. Hann hevur, sambært Reuters, ikki nakrar viðmerkingar til málið.

Downing Street hevur tó áður upplýst, at stjórnin fær boð, um forsætisráðharrin er millum tey, sum fáa bót.

Hetta málið, sum hevur fingið navnið “Partygate”, hevur ført við sær, at forsætisráðharrin og stjórn hansara hava verið fyri hørðum atfinningum. Eisini hava fleiri politikkarar kravt, at Johnson leggur frá sær.

Avdúkingarnar um veitslurnar í Downing Street komu undan kavi í endanum í 2021, men tá tvíhelt bretski forsætisráðharrin, at koronureglarnar høvdu verið fylgdar.

Eftirfylgjandi hevur forsætisráðharrin biðið bretska parlamentið orsaka fyri, at hann hevði tikið lut í einum av veitslunum, ið hann helt var í samband við arbeiði.

Hann hevur eisini borið drotning Elizabeth fram eina umbering fyri eina veitslu, sum hansara starvsfólk høvdu hildið sama dag sum prins Philip varð jarðaður.

Í februar sendi løgreglan 100 spurnarbløð út sum ein partur av kanningini.

Bretski forsætisráðharrin var millum tey, ið fingu eitt spurnarblað sendandi, har hann, sambært BBC, fekk løgfrøðiliga hjálp til at fylla spurnarblaðið út.