Paul McCartney 80

Ein heilsan til Paul McCartney á 80 ára degnum

Kinna Poulsen
18. juni 2022 kl. 17:20

Góði keri harra Paul – hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum. Tú kennir meg valla, men eg kenni teg væl ella tað helt eg meg gera, tá eg var lítil. Tað var her í Havn í hálvfjersunum. Eg hugsi ikki, at tú hevur verið her í Føroyum nakrantíð og nú verður tað neyvan til nakað so nógv sum tú hevur ímóti grindadrápi. Vegetarur ert tú eisini – tað las eg onkrastaðni, áðrenn eg ordiliga visti hvat vegetarur merkti. Nåh, men um tú skuldi komið og spælt á onkrum av summarfestivalunum, so hevði eg heilt vist farið at lurta - havi so ómetaliga nógv at takka tær fyri.

Eg veit ikki, men møguliga var Ob-La-Di, Ob-La-Da fyrsti Beatlessangurin, eg hoyrdi. Tann sangin skrivaði tú. Hann varð innspældur 8.juli í 1968, tá eg var 9 dagar. Var nakað eldri, tá eg hoyrdi Ob-La-Di, Ob-La-Da og var tann dagin møguliga stødd í stovuni hjá pápabeiggja mínum og teimum á Traðarvegnum. Haldi ikki, at eg var nakað serliga stór, rakk bara eitt sindur longur upp enn til radioapparatið. Tað var í teirri tíðini, tá gardinur vóru appilsingular og fólk royktu inni. Eg  havi funnið eina gamla dagbók, har eg havi skrivað THE BEATLES við appilsingulum stórum stavum, mær dámdi so væl appilsingult og brúnt. Minnist so væl tann kabarettkenda, lívliga og fjákuta obladisangin, ið javnan var í útvarpinum um tað mundið, men eg visti ikki, at sangurin hevði sama uppruna sum herliga plátan, Help! ið eg júst hevði fingið fatur á og sum eg trálurtaði eftir frá morgni til myrkurs ella tá eg kundi - alla plátuna á tamb fyrsta heitislagnum við brádligu byrjanini og marghátliga rópinum um hjálp, ið var líka inniligt sum tað var óforklárað og óskiljandi. Okkurt um ein, sum við aldrinum tørvar hjálp When I was younger so much younger than today/ I never needed anybody´s help in anyway. - Altso hjálp til hvat? Eg var forrestin ikki tann einasta í mínum ættarliði, sum í úrtíð idoliseraði Beatles fleiri ár aftaná teir vóru givnir. Her í Havn var okkurt slag av Beatles endurkveiking umleið 1978- 1980 – eg minnist ikki hví - hómi bara, at vit hugdu at filminum Help í onkrum føðingardegi hjá Jón í flokkinum, tá tað ikki var hvønsmanslutur at eiga sjónvarp. Eg síggi eisini, at tær flestu skriva Help á regluna “Min bedste grammofonplade” í míni gomlu poesibók.

Haldi ikki, at eg tók mær av, at bólkurin, eg dyrkaði í roynd og veru ikki var til og ikki hevði verið til síðan eg var eitt ár í 1969-70. Sovorðin fjepparastøða, sum eg var í, var ikki ov tengd av veruleika, alt var bara hugflog og dagdreymir - minnist meg hava drúgvar samrøður við John Lennon alt í høvdinum - hann hevði so pena og klóka nøs. Jú, tað ljóðar helst løgið, men frá Help! av, var Beatles nakað, sum gav míni tilveru meining og kós. Eg ynskti mær Beatlesplátur í føðingardags- og jólagávu. Eg lurtaði, lurtaði, lurtaði eftir plátum, skrivaði tekstirnar av, týddi tekstirnar og skrivaði viðmerkingar til tekstirnar - alt til skrivaraborðskuffuna sjálvsagt. Kanska var hetta í einum aldri, tá børn finna okkurt at ganga upp í - hjá mær var alt Beatles. Ein yndissangur var You´ve got to hide your love away - eg var onkursvegna altíð forelskað ella hugtikin av ella hvat eg var í onkrum ella fleiri og var alla tíðina um at kódna í øllum møguligum óskiljandi kenslum, so eg var fullkomiliga við uppá hatta, sum John Lennon sang um at skula krógva okkurt fyri øðrum – eg var helst tíðliga til tað eitt sindur kensluborna og dapra og tí eru fleiri av mínum fyrstu yndisbeatlessangum skrivaðir av John Lennon, men tað hugsaði eg ikki um í fyrstani. Í allarfyrstani helt eg, at sangskrivarin æt Lennon til fornavn og McCartney til eftirnavn. Flóvisligt? Aja, hetta var í eini tíð, tá tit Beatlar ljóðaðu sum ein eittans (fleirræddað) rødd og tað var langt áðrenn internetið, men á Býarbókasavninum fann eg síðan bøkur um tónleikabólkin og um teg, John Lennon, Ringo Starr og George Harrison.

Á ein hátt kann mann siga, at eg bingjaði Beatles, so frægt eg hevði ráð eftir sum, at Beatles, tá eg gjørdist fjeppari longu hevði givið allar tær mongu pláturnar út, sum eg lærdi meg uttanat - eg veit eisini enn hvør sangur kemur aftaná hvønn á teimum tólv plátunum – eg keypti Silverbeatles og hvat tað æt, onkrar uppsamlingsplátur, men lurtaði ikki so nógv eftir teimum sum eftir upprunaplátunum. Help (1965) var mín fyrsta Beatlespláta, síðan A hard day´s night (1964), With the Beatles (1963) og Please Please me (1963) – eg lurtaði eftir teimum øllum, mær dámdi, t.d.  If I fell in love with you og Things we said today, men minnist, at eg føldi eina ávísa frástøðu til hesar pláturnar - hetta var gamalt onkursvegna, serliga tær tvær síðstnevndu. Beatles for sale (1964) var ómetaliga merkilig, so ótrúliga blandað við sovorðnum smágiggutum rockabillyløgum og country og so onkrum smáum perlum inn ímillum sum I´m a loser og no reply hjá John Lennon. Revolverplátuna elskaði eg høgt og inniliga. Veit ikki hvussu nógvar versiónir, eg gjørdi av hasari permutekningini hjá Klaus Voormann. Allir sangirnir vóru áhugaverdir onkursvegna, Taxman hjá George Harrison ljóðaði øðrvísi enn nakað, eg hevði hoyrt áður og praktfullu Lennonsangirnir I´m only sleeping og And your bird can sing vóru eisini løgnir. Nú varð teksturin ikki bara beint fram og kanska fekk mann ein varhuga av eini komandi konflikt? “When your prized possessions/ start to weigh you down/  Look in my direction/, I'll be 'round”. Eg haldi, at keypið av hesi plátuni fall saman við fyrstu árunum í Eysturskúlanum, har vit fingu ein framúrskarandi musikklærara, Paula í Sandagerði, ið var tikin úr leikum at spæla klaver og at velja tónleik. Eg minnist í hvussu er hvussu tað bilgdist innan í mær, tá vit í einum av teimum fyrstu sangtímunum við Paula vórðu biðin um at syngja Eleanor Rigby og hvussu eg royndi at stýra mær og ikki syngja ov hart ella inniligt henda vælsignaða sang, sum eg elskaði og dugdi uttanat. Tann sangin skrivaði tú, Paul saman við hinum – eitt framúrskarandi lag og ein lítil skaldsøga um stórt einsemi. Á Rubbersoulplátuni dámdi mær best Lennonsangirnar Norvegian Wood við tí einfalda og eitt sindur surrealistiska tekstinum. Fleirraddaði sangurin ljóðaði praktfult í lagnum, sum í bygnaði, útseting og instrumentalisering fullkomiliga rakti beint á tað um somu tíð heimliga og fremmanda huglagið í tekstinum. Sgt. Peppers Lonely Hearts Club Band (1967) fekk eg frá systir míni Beggu. Tann plátan sá øðrvísi út enn hinar. Kenda horror vacui permumyndin við øllum fólkunum var í sær sjálvum serlig og at lurta eftir plátuni føldist frá byrjan sum at fáa ein frammaná. Eg minnist, at eg setti nálina á svarta vinlylið og at sjóðanin var so óvæntað og løgin, at eg hugsaði, at plátuspælarin mundi vera galið innstillaður. Tá kom orkumikla rokkguitarintroin til heitislagið - tað er ein sangur hjá tær, Paul og eg var seld beinanvegin. Fullkomiliga genial pláta allan vegin fram til A day in a life og eitt meistarverk, sum nógv er skrivað um og tó, at eg lurtaði eftir plátuni eini fimtan ár aftan á hon var komin, ljóðaði hon púra fesk og progressiv. Ein ambitiøs og ómetaliga fjølbroytt útgáva, ein heild, ið fevnir klassiskt og rútmiskt uttan trongd til at seta tey í hvønn sín kassa, og har so nógv hugskot eru gjøgnumførd, at mann kann undrast yvir, at fólkini ikki mistu yvirlitið. Tað gjørdu tey kanska viðhvørt, men úrslitið var gott. Let it be (1970) plátan tóktist kanska eitt sindur ósamanhangandi, sangirnir vóru ymiskir, fýra individualistar við motherfuckingskeggi, sum vóru farnir frá hvørjum øðrum, ósamdir um alt møguligt, innsósaðir í ein wall of sound, men eg lurtaði eftir Across the universe og The long and winding road og sang við tað dýrasta eg var ment, tí tá var eg farin at syngja javnt og samt og allatíð. Tá eingin var inni sang eg Oh Darling! Øgiliga hart! Tað var praktfult. Tann plátan, Abbey Road (1969) er óluksáliga góð, Because hjá John Lennon er enn millum mínar yndissangir, men eisini She came in through the bathroom window hjá tær og Something hjá George Harrison.

Magical Mystery Tour (1967) var tann seinasta Beatlesplátan, sum eg keypti og har ikki minst tínir sangir The fool on the hill og Your mother should know vórðu spældir á tamb og eisini tiknir upp á musikkbond, sum eg gjørdi til mín sjálvs og vinfólk. At hugsa sær, at Paul McCartney fyllir fýrs ár. Tað er nokk so nógv, men nú eg sjálv eri í hálvtrýssunum, má tað jú vera soleiðis. Eg minnist, at eg hevði eina mynd av tær og hinum trimum á blomstruta tapetinum í mínum barnakamari. Tá sóu tit eitt sindur hálvfjersaraligir út við yvirskeggi og síðum hári – haldi eg fekk myndirnar úr hvítu plátuni, sum eg eisini lurtaði eftir, tá eg var farin at ganga í Hoydølum. Tað var um ta tíðina, at alt skuldi diskuterast og eg var ein strævin dóttur, sum uppdagaði alt møguligt nýtt og varnaðist politiskan órætt og hoyrdi samfelagskritiskt bit og sarkasmu í Piggies hjá Harrison. Hvíta dupult-LP´in er annars eitt ordans kurpali, eitt satt órudd av sangum, ið summir eru fjákutir, yndisligir og hampiligir meðan aðrir eru abstraktir og syrutir. Revolution number nine orkaði eg ikki ein gang at hoyra mín heitastu Beatlesfjepparaár. - Martha my dear er ein fínur eitt sindur prikkisnikkutir sangur, ið fær fittligt flog av øllum blásturljóðførunum og minnir meg um ólavsøkuballónir um dagin og hornorkestur, meðan hon sjálv Sexy Sadie er ein heilt onnur dama, her er hugflogið minni elskuligt og okkurt óhugnaligt, men hetta kemur kanska av, at ræðuleikarnir hjá Charles Manson blanda seg uppí minnini.

Jú jú og Mull of Kintyre hjá Wings varð so ofta spældur í útvarpinum, at sekkjapípuljóð var gerandiskostur her um leiðir í hálvfjersunum, men eg má viðganga, góði keri harra Paul, at eg ikki havi lurtað nógv eftir tí, tú hevur gjørt eftir Beatles. Jú, Live and let die og Tug of war minnist eg og duettirnar, tú sangst saman við Stevie Wonder og Michael Jackson, tað var ikki til at koma uttanum í fýrsunum. Seinni havi eg eisini hoyrt framførsluna av A Ballad of American Skeletons, sum tú hevði saman við Allen Ginsberg í Royal Albert Hall fyrst í hálvfemsunum. Veldugt og tú turnerar enn. Tað er fantastiskt. Grundleggjandi haldi eg, at tónleikur og tekstir, sum eg hoyrdi á Beatlesplátunum bara hava gjørt mær gott. Kunnleikin til hetta tónleikauniversið gjørdist eitt slag av grundarlagi í míni tilveru, sum eisini var ljóðtapet kring øll møgulig góð vinaløg og enn er tað - Eg skal viðganga, at eg ikki longur lurti tað stóra eftir Beatles og kortini upplivi eg enn í veitsluhøpi hvussu inniliga glað eg blívi av at hoyra ein Beatlessang og tað hendir enn, at eg hitti nýggjar Beatlesvinir. Takk fyri henda felagsskapin, Paul McCartney - takk fyri tónar og orð og fyri kós - Hjartaliga til lukku og hurrá.

Leys Størv