Pauli hevur gjørt tríggjar broytingar

Á B36 liðnum er tvímálaskjúttin ímóti KÍ nú millum teir fyrstu ellivu

Jóannes Hansen
1. apríl 2024 kl. 16:07

Klokkan 17 fer Rúni Gaardbo at bríksla fyrstu ferð undir Mýruhjalla á Skála, har tað eru góð líkindi at spæla fótbólt.

Tá ið B36 vann 2-0 á heimavølli ímóti KÍ, var innskifti Anton Sjøberg tvífaldur málskjútti. Í dag er hann millum teir fyrstu ellivu. Hin nýggi maðurin á B36 liðnum er Símun Sólheim, ið avloysir landsliðsspælaran Andras Johansen, sum er á beinkinum.

Á heimaliðnum eru tríggjar broytingar. Nýggir menn millum teir fyrstu ellivu eru Ari Ó. Ellingsgaard, Karl Martin Johansen og Andreas Egeberg Jacobsen. Teir avloysa Marjus Nón, Teitur Poulsen og Jan Ingason Hansen.