Pelagos yvirtekur Faroe Pelagic í Kollafirði

Uppisjóvarvirkið í Kollafirði eitur nú Pelagos Kollafjørður

Faroe Pelagic - nú Pelagos - í Kollafirði (Mynd: Jens Kristian Vang)
Tíðindaskriv
20. februar 2024 kl. 11:00

Í dag, 20. februar 2024, bleiv avtala millum Pelagos Pf í Fuglafirði og Faroe Real Estate Ltd. Pf í Kollafirði endaliga avgreidd, og eigur Pelagos Pf nú allan partapeningin í Faroe Pelagic Pf, sum eigur uppisjóvarvirkið í Kollafirði.

Í hesum sambandi hevur felagið skift navn, og eitur nú Pelagos Kollafjørður Pf.

Nevnd og leiðsla í Pelagos Pf og Pelagos Kollafjørður Pf er tann sama.

Jóhan Páll Joensen,
Stjóri á Pelagos