Pensjónistar skulu sleppa undan eykarokningum

Nógvir pensjónistar fáa ein hvøkk tí teir fáa eykarokning tí at teir hava tjent ov nógv

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 13:23

Endamálið er, at pensjónistar, sum arbeiða, skulu sleppa undan eykarokningum. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

Nógvir fólkapensjónistar, sum eisini átaka sær ymiskt arbeiði, hava fingið ein hvøkk, tí tá ið árið verður gjørt upp, hava teir fingið eina eykarokning. Tað er tí, at fer inntøkan av arbeiði upp um eitt vist, missa teir ein part av pensjónini. 

Tað er longu tá ið inntøkan fer upp um 45.000 krónur í einum ári, at pensjónin verður skerd.

Tað verður bara gjørt upp eina ferð um árið og tí eru tað ikki so fáir pensjónistar, sum hava fingið sum vátan vøttin, tí teir hava tjent ov nógv, uttan at ansa eftir tí.

Nú hevur Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna um hetta er ein skipan, hon er nøgd við. 

Hann spyr eisini um ikki ber til at gera upp eina ferð um mánaðin, tí so slepst undan eini stórari, og óvæntaðari, eykarokning, tá ið alt árið verður gjørt upp.

Sirið Stenberg ger greitt, at hon er ikki nøgd við skipanina og hon ætlar sær at broyta hana. Hon ásannar, at tað kann seta pensjónistar í eina keðiliga støðu, at teir fáa eitt eftirkrav um at rinda pensjón aftur tí at teir hava tjent ov nógv.

Sirið Stenberg sigur, at fyrsta dagin fer hon undir arbeiðið at gera eitt uppskot um at broyta mannagongina fyri at gera tað meiri smidligt og soleiðis at sleppast kann undan eykarokningum.

Hon ætlar, at uppskotið skal leggjast fyri Løgtingið tíðliga í heyst, soleiðis at broytingin kann koma í gildið 1. januar. 

Men hon veit ikki, hvussu umfatandi tær broytingarnar, sum skulu gerast, eru, so tað kann henda, at. tað ikki verður klárt tann 1. januar.