

Peter Belli er deyður
Hann varð 79 ára gamal
Áki Bertholdsen
9. juni 2023 kl. 09:38
Kendi danski sangarin, Peter Belli, er deyður, 79 ára gamal. Tað vita danskir miðlar at siga frá nú í morgun.
Tey siga, at hann sovnaði burtur eftir eina drúgva sjúkralegu.
Hann hevur verið virkin á danska tónleikapallinum í eini 60 ár og hann hevði fleiri sangir, sum vóru mest sum landaplágur í Danmark, eitt nú »Ulven Peter« »Hvis Jeg Var Arbejdsløs«, »Helt Igennem Respektabel«.