Pf. Petur Larsen: Flytir menningina yvir í eitt nýtt felag

Framtak boðaði í gjár frá, at grunnurin saman við NM Holding, Farcod og pf. Petur Larsen, hevur sett tíggju milliónir krónur í eitt menningarfelag, sum skal vinna seg inn á altjóða marknaðin fyri flakamaskinur

Rógvi Róin, stjóri í pf. Petur Larsen, Ben Arabo, stjóri í Framtak, og Atli Larsen, nevndarformaður í pf. Petur Larsen, avmyndaðir á virkinum í Fuglafirði. Umframt pf. Petur Larsen og Framtak eru eisini NM Holding og Farcod partur av nýggja menningarfelagnum
Sveinur Tróndarson
2. juli 2022 kl. 16:24

Seinast í oktober í fjør hevði KvF ein tíðindastubba í Degi og Viku um fyritøkuna pf. Petur Larsen í Fuglafirði, sum hevði gjørt eina tillaging til eina gamla og kenda flakamaskinu, sum týska fyritøkan BAADER upprunaliga hevur framleitt.

Endamálið við tillagingini, sum í grundini er ein nýmenning av hesi gomlu flakamaskinuni, er at økja um úrtøkuna úr fiskinum, sum fer ígjøgnum maskinuna.

Hvítfiskavinnan um allan heim hevur ilt við at endurnýggja seg, tí tað liggur ov lítið eftir á botnlinjuni, og tað hevur við sær, at framleiðslufyritøkurnar alt ov ofta brúka eldri framleiðslutól.

Tað var tað, sum fekk leiðsluna hjá pf. Petur Larsen í Fuglafirði at hyggja tann vegin, um mann við mekaniskum og talgildum loysnum kundi betra um raksturin og úrtøkuna úr hesum maskinum.

Hetta arbeiðið gekk so væl, at BAADER, sum jú er ein av heimsins størstu framleiðarum av maskinum til fiskivinnuna, keypti verkætlanina og rættindfini at framleiða og selja maskinuna, sum pf. Petur Larsen hevur ment. Maskinan varð almannakunngjørd á stóru fiskivinnuráðstevnuni Seafood Expo í Barcelona í apríl, har hon fekk góð ummæli.

Men slík menning er ógvuliga kostnaðarmikil, og tí hevur leiðslan í felagnum leitað eftir íleggjarum til eitt nýtt felag, har menningin kundi leggjast, og tað er nú eydnast.

Í gjár boðaði Framtak frá, at almenni íløgugrunnurin saman við NM Holding og Farcod, hevur valt at stovna eitt nýtt felag saman við pf. Peturi Larsen. Felagið fær tíggju milliónir krónur í partapeningi.

-  Vit halda, at hetta er eitt spennandi projekt, sum passar væl til Framtak. Talan er um eitt hátøkniligt menningarprojekt innan fyri eina vinnu, har vit í Føroyum frammanundan hava eitt høgt kunnleikastøði. Tað, at Petur Larsen longu hevur ment eina maskinu frá grundini, prógvar at tey duga tað, tey hava sett sær fyri. Og tað hevur sjálvsagt stóran týdning, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtak.

Rógvi Róin er stjóri í pf. Petur Larsen, sum er ein 50 ára gomul familjufyritøka við høvuðssæti í Fuglafirði. Fyritøkan hevur øll árini arbeitt við viðlíkahaldi, tænastum og eykalutum til Baader-maskinur, men byrjaði fyri nøkrum árum síðan at arbeiða við menning av maskinum eisini, tí tað er rúm fyri slíkum á heimsmarknaðinum.

 - Tí settu vit menningardeildina á stovn og tað hevur gingið væl. Men menningararbeiði krevur nógva orku og nógvan kapital, so vit fóru at leita eftir íleggjarum og samstarvsfelagum. Vit eru serstakliga errin av, at Framtak og hinir íleggjararnir síggja somu stóru møguleikar sum vit, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen í skrivinum, sum er komið frá Framtaki.

Sum skilst er ætlanin at fyrstu flakamaskinurnar fara undir royndarframleiðslu hjá kundum fyrra hálvár í 2023.