Phishing álop á Føroyskum í umferð á Facebook

Føroya Politi fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um, at fleiri fólk høvdu upplivað, at tey vórðu útsett fyri phishing álopi á Facebook

Sigurjón Einarsson
29. november 2022 kl. 12:30

Føroya Politi fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettur fyri phishing álopi á Facebook. Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp:


Við at trýsta á leinkjuna, so verður ein biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook, skrivar løgreglan.

- Leinkjan er mest sannlíkt umsett til Føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í tekstinum, sigur Føroya Politi.

Løgreglan heitir staðiliga á fólk, um at ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook á nýggjum.

- Um tú hevur trýst á leinkjuna og hevur skrivað tínar innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð - og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.

Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt, so mælir løgreglan til at virkja ”Tvey-Faktor”, sum meira kann lesast um her.

Til ber eisini at vitja heimasíðuna hjá KT-trygd (https://www.kt-trygd.fo/god-rad/), ið hevur góð ráð til, hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá teldusníkum.