Pínustillandi handkeypsheilivágur undir illgruna at skaða fostur

Altjóða gransking sigur, at tað er grundaður illgruni um, at pínustillandi heilivágur kann skaða ófødda barnið

Sigurjón Einarsson
24. september 2021 kl. 18:45

Ein gjøgnumgongd av 30 altjóða kanningum frá 1995 til 2020 vísir, at tað er grundaður illgruni um, at pínustillandi heilivágur kann skaða ófødda barnið.

Tað skrivar Ritzau.

Heilivágur, sum til dømis Panodil, kann, um tað verður tikið yvir longri tíð, møguliga avskepla kynsgøgnini hjá ófødda barninum.

Harafturat misteinkja granskarar, at evnið paracetamol kann føra við sær menningarórógv sum eitt nú autismu og ADHD hjá barninum.

Gjøgnumgongdin av kanningunum er gjørd av 78 granskarum úr millum annað USA, Svøríki, Niðurlondum og Danmark, og er almannakunngjørd í medisinska tíðarritinum Nature Reviews Endocrinology.

Danski granskingarleiðarin av hesi kanning, David Møbjerg Kristensen, sigur, at upplýsingar til kvinnur, ið eru við barn, má herðast.

– Tað er eftirhondini so nógvar kanningar, ið vísa, at tað er ein møguligur samanhangur millum heilivágin og skaðar á tað ófødda barnið, sigur hann, sambært Ritzau.