Plúmm spælir á G! í summar

Stóra hittið hjá bólkinum er "Stjørnuskot", sum fólk enn munnu kenna í dag

Fríðmundur Nattestad
9. apríl 2024 kl. 10:40

G! Festivalurin hevur í morgun kunngjørt enn eitt navn, sum skal spæla á festivalinum í summar.

Festivalurin skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:

Tá ið vit práta um dugnaligar ljóðförisleikarar í Föroyum, er neyvan nakar í hægri metum enn Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara). Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm

Bólkurin varð stovnaður í 1984, og hevði stóra hittið "Stjörnuskot", sum fólk enn munnu kenna í dag. 

Kendasta avrik teirra man tó vera samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Föstufressar".

Afturat sær hava teir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk), og teir fara á G! festivalinum at granska, hvussu teir kunnu blanda öll hugsandi slög av tónleiki: Rokk, djass, country, metal, opera og popp. 

Vit gleða okkum at hoyra nakrar av bestu ljóðförisleikarunum vit nakrantíð hava átt í Föroyum, tá ið teir trína á pall á G! 

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) og Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) spæla á G! 2024.