Politiska álitið millum Kina og Russland er styrkt eftir vitjan

Kinesiska uttanríkismálaráðið hevur boðað frá, at politisku bondini millum Russland og Kina eru styrkt

Ragnar Sjúrðarson
4. februar 2023 kl. 14:00

Ein vitjan millum kinesiska varauttanríkismálaráðharran, Ma Zhaoxu, og russiska uttanríkismálaráðharran, Sergei Lavrov, á russiskum heimavølli hevur styrk politiska álitið millum londini bæði.

Reuters skrivar, at Kina, sambært orðingini hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum, er hugað at fara undir eitt strategiskt samstarv og seta fleiri tiltøk í verk fyri at fremja teirra felags mál.

Fyri einum ári síðani hittust kinesiski forsetin, Xi Jinping, og russiski forsetin, Vladimir Putin, har teir almannakunngjørdu, at bæði londini fara at seta krøv til vesturheimin.