Portugal letur stríðsvognar til Ukraina

Fleiri lond hava í seinastuni boðað frá, at tey fara at lata stríðsvognar til Ukraina. Nú fer Portugal eisini upp í kórið

Ragnar Sjúrðarson
4. februar 2023 kl. 13:00

Portugal fer at senda stríðsvognar av slagnum Leopard 2. Tað upplýsir forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa, sambært Reuters.

Ukrainski forsetin, volodymyr zelensky, hevur fleiri ferðir heitt á lond um at senda júst hetta slagið.

-    Vit arbeiða í løtuni við at lata nakrar av okkara stríðsvognum. Eg veit hvussu nógvir stríðsvognar vit fara at lata, men tað fari eg at fortelja tá løtan er tann rætta, sigur Antonio Costa.

Costa boðaði eisini frá, at Portugal samráðist við Týskland um at senda eykalutir fyri at umvæla Leopard stríðsvognarnar, sum í løtuni ikki verða brúktir.

Antonio Costa vónar, at stríðsvognarnir verða sendir seint í mars mánaði.