Potenstablett verjir kanska móti Alzheimer

Viagra hjálpir í neðra, men nú er líkt til, at potenstablettin hjá Pfizer eisini hjálpir í erva

Sigurjón Einarsson
10. desember 2021 kl. 17:00

Ein nýggj kanning, ið er almannakunngjørd í læknaritinum Nature Ageing, vísur, at tað virkna evnið Sildenafil í Viagra-bollanum, sum møguliga kann forða fyri deyðiligu Alzheimer-sjúkuni.

Tað skrivar Politiken.

Granskararnir, ið hava gjørt kanningina, eru komnir fram til hetta úrslitið, eftir at hava kannað sjey milliónir heilsutryggingarrættarmál í USA. Har komu teir fram til, at fólk, ið høvdu fingið resept-medisin, har sildenafil var í, høvdu 69 prosents minni møguleika fyri at fáa Alzheimer.   

Hetta varð eftirkannað í kanningarstovuni, og eftirkanningin váttaði, at sildenafil ikki bara hjálpir monnum í neðra, men eisini tá tað kemur til at forða fyri minnissvinn og Alzheimer.