Prísirnir eru hækkaðir - men vit eru væl sloppin

Vit  eru væl slopnir afturímóti norðmonnum, svenskarum og íslendingum

Áki Bertholdsen
9. apríl 2024 kl. 21:30

Sum vit skrivaðu í morgun, eru prísirnir aftu hækkaðir hetta seinasta árið - hóast broddurin er tikin av vøkstrinum.

Hetta seinasta árið eru prísirnir í Føroyum, sum heild, hækkaðir 2,6 prosent.

Tað líkist einum vanligum ári - undan koronu og undan russisku innrásini í Ukraina.

Men hóast prísirnir eru hækkaðir 2,6 prosent frá februar í fjør til februar í ár, eru vit væl sloppin afturímóti øðrum norðanlondum.

Príshækkingin hetta seinasta árið hevur nevniliga ikki líka stór sum í hinum norðurlondunum. Kortini er Danmark eitt undantak, tí har eru prísirnir bara hækkaðir 0,8 prosent hetta seinasta árið.

Størsti prísvøksturin hetta seinasta árið, er í Íslandi, har hann var heili 6,8 prosent. Í Svøríki og Noregi var hann 4,5 prosent. 

Prísvøksturin í Føroyum er annars á samaa stigi, sum miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,6 prosent.