Prísurin hækkar ikki so nógv longur

Føroyingar eru trekir at koma burtur úr tí, at hvør familja skal eiga síni egnu hús

Áki Bertholdsen
16. september 2023 kl. 07:59

Bústaðarmynstrið í Føroyum er einstáttað. Tað staðfestir Betri Banki, ní tey hava kannað bústaðarmynstrið eitt sindur. 

Enn eru føroyingar ikki komnir frá tí, at hvør familja skal eiga síni egnu hús, tí Betri Banki vísir á, at nógv tann størsti parturin av bústøðum er sethús. 

– Vit síggja tó, at talið á íbúðarsølum er nógv vaksið hesi seinastu árini, leggja tey afturat. 

Enn eru nógv tær flestu íbúðirnar í Havn, tí tað eru fáar íbúðir á bygd. Tí fevnir hendan uppgerðin bara um íbúðir í Havnini, í Hoyvík og á Argjum.

Í fjør vórðu 125 íbúðir seldar í høvuðsstaðarøkinum. Tað eru einar 75 íbúðir fleiri enn í árunum frá 2016 til 2018, tí hesi árini vóru einar 50 íbúðir seldar um árið. 

Hesi seinastu árini eru kortini líka nógvar íbúðir seldar sum tað eru sethús. Fyrra hálvár í ár vórðu 44 íbúðir, og 47 sethús, seld í Havn, Í Hoyvík og á Argjum.

Hesi seinastu árini hevur sethúsamarknaðurin verið merktur av stórum príshækkingum - og tað hevur íbúðarmarknaðurin eisini. 

Frá 2016 til fyrra hálvár í ár, er miðalprísurin á íbúðum í Tórshavn hækkaður 53 prosent. Í sama tíðarskeiði er miðalprísurin á sethúsum hækkaður 52 prosent. 

Fyrra hálvár í ár kostaði ein íbúð í Havn 2,9 milliónir í miðal. Tað er nakað meira enn í fjør, tá ið miðalprísurin var slakar 2,8 milliónir. Tað er ein vøkstur upp á er fýra prosent.

Tá ið hugt verður prísi eftir stødd, eru íbúðirnar kortini ikki dýrkaðar hetta tíðarskeiðið. Fyrra hálvár í ár kostaði íbúðurnar í Havn 35.700 krónur í miðal fyri fermeturin. Tað er eitt vet bíligari enn í fjør, tá ið prísurin var 36.000 krónur fyri fermeturin.

– Samanumtikið benda nýggjastu tølini á, at íbúðarprísirnir í Tórshavn hækka ikki longur við somu ferð sum áður, sigu Betri Banki.

Gongdin í marknaðinum fyri íbúðir, líkist henni á sethúsamarknaðinum, har miðalprísurin fyrra hálvár í ár var á leið tann sami sum í fjør, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi. 

Niðurstøðan er, at hóast fleiri íbúðir verða bygdar, er bústaðarmarknaðurin framvegis rættiliga einstáttaður.

Hetta sæst aftur í tølum hjá SEV fyri nýggjar el-mátarar. Tey ganga út frá, at tað er ein málari til hvønn bústað og sostatt fæst ein hylling á, hvussu nógvir nýggir bústaðir verða bygdar. 

Henda samanberingin vísir, at talið á nýggjum bústøðum er veksandi, men vøksturin stavar í stóran mun frá nýggjum íbúðum. 

Hóast vit byggja fjølbroyttari enn áður, er bústaðarmarknaðurin í Føroyum framvegis einstáttaður. 

Av øllum bústøðum í Føroyum, eru 93 prosent sethús og fimm prosent íbúðir. 

Í Havnini eru 86 prosent sethús og 10 prosent íbúðir. Til samanberingar eru 37 prosent av øllum bústøðum í Danmark íbúðir, og 39 prosent eru sethús.

Í fleiri ár varð ógvuliga lítið bygt av bústøðum og úrslitið er har eftir og tað er ein stór bústaðarneyð