Professari: So vandamikið er snús fyri heilan hjá ungum

Nýtsla av snúsi kann hava fleiri neiligar avleiðingar fyri heilan, serliga hjá ungum

Mynd: GettyImages
Fríðmundur Nattestad
10. apríl 2024 kl. 16:15

Kommunan í Aalborg hevur kunngjørt eina kanning, sum vísir, at talið av ungum í kommununi, sum nýta snús, er hækkað úr 21 upp í 23 prosent. Í hesum sambandi hevur TV2 Nord gjørt eina samrøðu Torben Moos, sum er professari í nervalívfrøði á lærda háskúlanum í Aalborg.

- Tá heilin er ungur og lítið mentur, tillagar hann seg eftir hvussu hann verður stimbraður. Vit vita, at vi eru betri til at læra nýggj ting, tá vit eru ung. Um man hevur eina áhaldandi nikotinmisnýtslu, so kunnu partar av heilanum verða stimbraðir alt ov nógv.

- Vit styrkja ávísar nervaleiðir í ein hægri mun tá vit læra. Tá summar verða stimbraðar, og aðrar stimbraðar ov lítið, orsaka av misnýtslu, kann menningin av nervaleiðum skeiklast, greiðir Torben Moos frá.

Professarin í nervalívfrøði greiðir at enda frá, at umframt at nikotinmisnýtsla kann elva til krabbamein, so kann ein eisini fáa fleiri sálarligar trupulleikar, sum t.d. angist og tunglyndi.