Putin bannar skurðviðgerðum fyri kynskifti og hormonviðgerðum

Bannið hevur millum annað við sær, at øll hjúnabond, har annar hjúnafelagin hevur skift kyn, verða strikað

Ragnar Sjúrðarson
25. juli 2023 kl. 09:05

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur skrivað undir eina lóg, sum forbjóðar kynskiftisviðgerðum í Russlandi.

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Undirskriftin merkir millum annað, at hormonviðgerðir verða bannaðar, og at øll hjúnabond, har annar hjúnafelagin hevur skift kyn, verða strikað.

Fyrr í mánaðinum bleiv lógin einmalt samtykt í undirhúsinum í russiska lóggávutinginum, og í gjár undirskrivaði forsetin lógina.

Sambært Ritzau hava mannarættindaaktivistar argumentera fyri, at lógin stríðir móti sjálvsavgerðarættinum.