Putin: “Serliga hernaðarliga atgerðin” var neyðug

Vladimir Putin segði í røðu síni – í samband við hátíðarhaldið, tá russar sigraðu á Nasitýsklandi – at vesturheimurin hevði ætlanir at gera innrás í russiskum øki

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
9. mai 2022 kl. 15:43

Tann 9. mai hvørt ár verður russiski sigurin móti Nasitýsklandi undir seinna heimsbardaga hátíðarhildin og tað verður hann eisini í ár.

Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, helt fyrrapartin eina røðu, har nógvir miðlar fylgdu við, hvat russiski forsetin mundi fara at siga í dag – sæð í ljósinum av russisku innrásini í Ukaina.

Í sínari røðu í Moskva í dag byrjaði Vladimir Putin fyrst at heiðrað veteranunum frá seinna heimsbardaga.

– Tað er okkara skylda at gera alt, hvat vit eru ment fyri at tryggja, at ræðslurnar frá krígnum ikki skulu endurtaka seg, segði forsetin, sambært Ritzau.

Putin kom eisini inn á, at tað, at verja Russland, er tann evsta skylda, og at russiskir hermenn nú stríddust fyri Russlandi í Donbass.

Leiðarin í Kreml rættvísgjørdi innrásina í Ukraina og segði, at tað var neyðugt at fyribyrgja álop, tí var tað tann rætta avgerðin. Sambært Putin, so var vesturheimurin til reiðar til leypa á russisk øki – harímillum eisini Krim-hálvoynna.  

Sambært Putin, so hevur Russland altíð strembað eftir at skapa eina skipan við líka trygd fyri øll.

– Men vesturheimurin hevur ikki lurtað eftir uppskotinum hjá Russlandi, sum vísir á, at tey hava aðrar ætlanir, segði russiski forsetin.

Sambært honum, so byrjaði Nato at menna ein hernaðarliga infraskipan tætt við russiska markið, sum hóttir Russland, og tað kann ikki góðtakast.

Eisini nevndi Putin í síni røðu, at tapini av mannalívum í Ukraina var ein tragedia og lovaði, at russiski staturin fór at hjálpa familjunum, ið hava mist.  

11.000 hermenn og 131 hernaðarlig akfør tóku lut í hernaðarskrúðgonguni í Moskva í dag.