Ræst letur upp í nýggjum hami

Matstovan Ræst leggur dent á at brúka og vísa føroyska siðvenju greipaða við og í sameining við nýmótans rák úr ymsari matmentan

Sebastian Jiménez verður høvuðskokkur í Ræst (Mynd: Neil Burger)
Redaktiónin
13. mars 2023 kl. 09:36

Ræst er tann týdningarmesti smakkurin í matmentan føroyinga. Ræst er ein serstakur, skarpur rámi, ið stavar frá tí gamla mátanum at heingja kjøt og fisk upp at ræsa og turka uttandura.

Matstovan Ræst leggur dent á at brúka og vísa føroyska siðvenju greipaða við og í sameining við nýmótans rák úr ymsari matmentan. Við altjóða tilfari, mentanarligum mannagongdum og gomlum matgerðarsnildum, leggja høvuðskokkurin Sebastian Jimenéz og hansara toymi dent á at styrkja handfaringina av ræsing við støði í hansara meksikanska arvi.

Høvuðskokkurin Sebastian Jimenéz og høvuðssommelier Karin Visth hava fínkað ta listarligu sameiningina av altjóða matmentan og fornari matsiðvenju í Føroyum við gjølla útvaldum drykkjuvørum frá góðkendum og burðardyggum framleiðarum um allan heim. Í okkara søguliga umhvørvi finnur tú satt søguligt trúvirði og nýgerð samansveisað undir sama taki.

Sebastian Jiménez verður høvuðskokkur
- Eg eri meksikanskur kokkur, og tað er avgjørt ein feril av Meksiko í okkara siðbundnu føroysku matgerð í Ræst. Ræst skal umboða mínar royndir í matgerð saman við tí, eg havi lært, meðan eg havi búð í Føroyum og arbeitt á KOKS, sigur hann.

Sebastian hevur arbeitt í køkum um allan heimin, síðani hann var 17-ára gamal. Hann hevur havt sína egnu støkkuppmatstovu, Cocina Ocho – eitt stað við íblástri úr hansara egnu rótum og matmentan.

Tá ið hann var 21, fekk hann møguleika at byrja og mynda hugtakið latínamerikanskur køkur í Dubai. Hetta gjørdi, at hann varnaðist enn fjølbroyttari matmentan í londum sum Teilandi, Indonesia, Fraklandi, Hollandi, Russlandi og at enda í Føroyum.

Síðan 2019 hevur Sebastian verið partur av KOKS-toyminum. Í 2022 umboðaði hann Føroyar í kappingini hjá S. Pellegrino-akademinum fyri ungar kokkar í Norðurevropa og vann virðislønina “Vit elska fína matgerð og tankavekjandi mat”.

Sebastian hevur nú gjørt av at nýta sínar fjølbroyttu royndir til at reka køkin í Ræst.

Matstovan er opin frá 4. apríl 2023 til 30. september 2023

Bíleggingar: www.raest.fo