Rættarmálið í Kirkerup-málinum byrjað

Tað er í rættinum í Næstved í Danmark, at rættarmálið ímóti einum 33 ára gomlum manni í dag er byrjað.

Rúni Korsgaard
14. mai 2024 kl. 12:20

Kirkerup-málið, eisini rópt Kirkerup-kompleksið, snýr seg m.a. um, at ein 33 ára gamal maður er ákærdur fyri drápið á Emilie Meng. Júst tað málið var nógv umrøtt fyri nærum 8 árum síðani, tá Meng 10 juli í 2016 hvarv frá Korsør jarnbreytarstøðini á Sælandi og mikil leiting var eftir henni. Meng varð síðani funnin deyð hálvt ár seinni 24 desember í 2016 í eini tjørn nærindis Roskilde.

Tað var í fjør 16 apríl, at tann ákærdi varð handtikin í heimi sínum í Korsør, eftir at ein 13 ára gomul genta hevði verið burtur í nærum eitt samdøgur og síðani funnin á lívi.

Umframt at vera ákærdur fyri at hava burturflutt og neyðtikið 13 ára gomlu gentuna varð maðurin knýttur til og undir illgruna fyri drápið á Meng í 2016 og eisini eitt annað mál frá 2022, tá ein 15 ára gomul genta varð álopin uttanfyri Sorø.

Øll hesi viðurskifti ákærdi Mið- og Vestursælands løgregludømi tann 33 ára gamla mannin fyri í januar í ár.

Tað hevur m.a. verið frammi, at DNA-spor av Meng eru funnin í heiminum hjá tí ákærda.

Maðurin noktar seg sekan í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Meng og teirri 15 ára gomlu gentuni, men játtar ávís viðurskifti viðvíkjandi 13 ára gomlu gentuni.

Dómur í málinum væntast at fella t. 28 juni.