Rættindini hjá bøndrum verða ikki avmarkað

– Tað siga tey í samgonguni. Bøndurnir sjálvir siga, at hetta er ognartøka og elvir til ótryggleika

Áki Bertholdsen
9. mai 2023 kl. 14:45

Nú fara vit at fáa eina nýggja náttúruverndarlóg. Tað er greitt nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið um náttúrufriðing, sum landsstýrið legði fyri Løgtingið.

Málið er rættiliga umstrítt, tí bøndurnir eru hart ímóti tí. Teir kalla hetta at ognartaka jørðina og teir siga, at hetta fer at elva til ótryggleika og tað fer at elva til, at jørðin ferð at fella í virði.

Óðalsfelagið vísir á, at eftir lógini fær Landsstýrið heimild til at seta kunngerðir um vernd í gildið. Tað merkir, at landsstýrið kann hegnað øki inni, so at seyðurin ikki sleppur framat. Hetta verður gjørt fyri at verja plantulív við meira. 

– Avleiðingin verður, at seyðatalið minkar, og at ongin eigari kann føla seg tryggan, tí hann veit ongantíð nær ein nýggj kunngerð kemur, sum leggur part av hansara haga um til verndarøki, sigur Óðalsfelagið.

Longu av hesum orsøkum fellur søluvirði av øllum høgum í Føroyum, tí ótryggleikin av lógini um náttúruvernd fer at hava við sær, at jarðarkeyparar halda seg aftur. 

Men umboðini hjá samgonguni, og Sambandsflokkinum, í Rættarnevndini, taka undir við uppskotinum. Tey vísa á, at tá ið verndartiltak skal gerast, verður ikki talan um at fremja ognartøku í samband við verndartiltakið. 

– Talan verður heldur um ein avmarkaðan ræðisrætt, ímeðan verndartiltak verður framt. Samstundis eru reglur um endurgjald fyri mista inntøku av verndartiltakinum. 

Harumframt skulu umsitingarætlaninar í samband við verndartiltøk endurskoðast 5. til 10. hvørt ár. 

Uppskotið er harafturat orðað soleiðis, at bøndurnir skulu takast við í málsviðgerðina, tá ið verndarætlan skal gerast. 

Samgongan og Sambandsflokkurin leggja áherðslu á, at skal lógin eydnast, er tað av alstórum týdningi, at samstarvið verður gott ímillum fyrisitingina og bøndurnar.

– Tí hevur tað eisini týdning, tá verndarætlanir skulu almannakunngerast, at bøndur verða tiknir við í arbeiðið frá byrjan. 

Bøndur hava eisini ført fram, at hetta fer at geva landsstýrinum fríar teymar at gera sum tey vilja. Men tað afturvísa samgongan og Sambandsflokkurin eisini. Tey siga, at tvørtur ímóti eru heimildirnar í hesum uppskotinum eru eitt trengrienn vanligt 

Tey siga, at tað stendur nevniliga í lógini, hvussu arbeiðið at gera verndarøki skal skipast, og tað stendur eisini í lógini, hvussu mannagongdin er, tá verndarætlanir skulu almannakunngerast. 

Tískil eru heimildirnar í hesum lógaruppskotinum ikki størri, enn í øðrum lógaruppskotum. 

Harafturat leggja tey dent á, at allir landsstýrismenn, og øll fyrisiting, skulu fyrisita sakliga, og tað mugu vit hava álit á, at landsstýrismaðurin við umhvørvismálum og náttúrufyrisitingin eisini framhaldandi fara at gera.