Rani vann danska Melodi Grand Prixið

Reiley gjørdist fyrsti føroyingurin, ið vinnur danska Melodi Grand Prixið, og skal nú umboða danska ríkið til Eurovision-finaluna í Liverpool, sum verður tann 13 mai

Sigurjón Einarsson
11. februar 2023 kl. 21:23

Nógvir føroyingar hava roynt seg í danska Melodi Grand Prixnum. "Aldan" við Anniku Hoydal í 1979 gjørdist nummar trý, og tað er besta føroyska úrslitið higartil - inntil í kvøld.

Tí Rani Petersen - ella Reiley, sum hann nevnir seg, tá hann spælir tónleik - var vinnarin hjá dómsnevndini og fekk næstflest atkvøður frá teimum, ið hava atkvøtt, og gjørdist sostatt samlaði vinnarin.

Sostatt verður tað, í føroyskum eygum, ein spennandi Eurovision-finala í Liverpool í mai, tá Reiley fer at framføra "Breaking My Heart".

Stóra finalan í Eurovision-kappingini verður í Liverpool tann 13. mai. Ukraina vann Eurovision í fjør, men vegna russisku innrásina í Ukraina, so verður evropeiska tónleikakappingin hildin í Onglandi í ár.