Reiley aftur til Føroya at hava konsert

Hann verður á summarfestivalinum í summar

Áki Bertholdsen
17. mai 2023 kl. 11:24

Poppsangarin, Reiley, er helst kendasti føroyski tónleikarin í løtuni. Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og tað hevur givið honum so nógva umrøðu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið, at hann var við í Eurovision.

Og nú er greitt, at hann fer at framføra á summarfestivalinum í Klaksvík í summar.

Tað var bragd av teimum heilt stóru, at Reiley vann sær pláss í europeisku Eurovision kappingini, og hann hevði flotta og fangandi framførslu á pallinum í Liverpool, sigur summarfestivalurin í tíðindaskrivi.

Tað vóru hundraðtals milliónir hyggjarar kring heimin, sum sóu framførðsluna, sum kortini ikki rakk til eitt pláss í finaluni.

– Reiley er dugnaligur og kreativur tónleikari, sum skrivar fangandi poppsangir, syngur, dansar, framførir í sínum heilt serliga stíli við litum og ljóði, sigur summarfestivalurin.

– Hann hevur sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið, Atlantic Records, sum eisini hýsir heimsstjørnum sum Ed Sheeran, Bruno Mars, Cardi B og Kelly Clarkson.

– Reiley er eitt heilt serstakt talent, sum er komin langt í altjóða tónleikavinnuni og kann koma enn longri næstu árini, sigur summarfestivalurin.

Og nú fer Reiley á summarfestivalinum í Klaksvík sum verður dagarnar 3. til 5. august.