Reiley fer at luttaka til danska Melodi Grand Prixið

Rani Petersen – ella Reiley, sum er kunstnaranavnið – fer at luttaka til danska Melodi Grand Prixið í ár

(Mynd: PR-mynd)
Sigurjón Einarsson
19. januar 2023 kl. 10:15

Leygardagin 11. Februar verður danska Melodi Grand Prixið á skránni. Í tónleikakappingini skulu átta luttakarar kappast um at sleppa til evropeisku finaluna, sum verður hildin í Liverpool í ár. Millum tey átta verður eisini ein føroyingur við. Rani Petersen – ella Reiley, sum hann eisini kallar seg – fer at luttaka til tónleikakappingina.

Tað kunnger Danmarks Radio á heimasíðu sínari.

20-ára gamli føroyingurin, sum er kendur fyri sín popp-tónleik – serliga gjøgnum TikTok, har hann hevur umleið 11 milliónir fylgjarar – fer at syngja sangin “Breaking My Heart”.

– Eg eri veruliga spentur yvir møguleikan at møguliga umboða Danmark og gera landið errið í einari so ikoniskari kapping, sigur hann við heimasíðuna hjá DR.

Rani hevur skrivað sangin saman við Sivert Hjeltnes Hagtvet, Hilda Stenmalm og Bård Mathias Bonsaksen.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Rani roynir seg í tónleikakapping, tí í 2016 var hann við í bretska X-Factor kappingini, har hann kom víðari til Boot Camp, og gjørdist júst ov stuttur til live-framførslurnar.

Stóra finalan í Eurovision verður í Liverpool tann 13. mai. Ukraina vann Eurovision í fjør, men vegna russisku innrásina í Ukraina, so verður evropeiska tónleikakappingin hildin í Onglandi í ár.

Her ber til at hoyra “føroyska” sangin hjá Reiley, sum verður við í danska Melodi Grand Prixnum: